
08/04/2024
✊VERKAFÓLK VÓRU HER✊
Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga?
Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum frá í Verkavarpinum í dag.
Lurta eftir poddinum á Spotify, Apple Podcasts ella í leinkinum niðanfyri:
https://www.buzzsprout.com/1735160/14848634
Okur hoyrast!💪