Frihedsbrevet.fo

Frihedsbrevet.fo Føroya óhefti og kritiski miðil

Grannar stúra: 36 íbúðir afturat á KarlamagnusarbreytÍ nógv ár hevur verið tosað um ferðslutrupulleikar kring Karlamagnu...
16/07/2025

Grannar stúra: 36 íbúðir afturat á Karlamagnusarbreyt

Í nógv ár hevur verið tosað um ferðslutrupulleikar kring Karlamagnusarbreyt og skúlan á Løgmannabreyt. Men nú verða 36 íbúðir afturat bygdar í økinum, hóast kommunan hevur roynt at steðga ætlanini, orsakað av júst vandanum fyri ferðslutrupulleikum. “Mann kann ímynda sær kaotiskar tilstandir í ferðsluni”, sigur Hjalmar Didriksen Apol, sum býr í grannalagnum.

Tað stutta av tí langa Í nógv ár hevur verið tosað um ferðslutrupulleikar kring Karlamagnusarbreyt og skúlan á Løgmannabreyt. Men nú verða 36 íbúðir afturat bygdar í økinum, hóast kommunan hevur roynt...

15/07/2025

Menn finna sín innara boomara fram og klóka seg um Kylie XCX í Frímælt - men kennir tú hana?

Teir ætlaðu sær at gerast borgarstjóri og varaborgarstjóri, tá tað var skipanarfundur í Hvalbiar kommunu í desember í fj...
15/07/2025

Teir ætlaðu sær at gerast borgarstjóri og varaborgarstjóri, tá tað var skipanarfundur í Hvalbiar kommunu í desember í fjør. Hinir kommunustýrislimirnir valdu tó aðrar politikarar, og líka síðan tá hava hvørki Ronni Hammer ella Otto West verið á kommunustýris- ella nevndarfundi hjá kommununi. Hetta hóast borgarar í Hvalbiar kommunu rinda teimum fasta samsýning fyri at sita í hesum sessum.

- Les ella lurta í appini

Tað stutta av tí langa Teir ætlaðu sær at gerast borgarstjóri og varaborgarstjóri, tá tað var skipanarfundur í Hvalbiar kommunu í desember í fjør. Hinir kommunustýrislimirnir valdu tó aðrar...

Tey bæði á Nesi: Gestapo, bygdaslatur og politiskt ódnarveðurÍ triðja og fjórða parti hoyra vit um stríðið hjá Poul More...
14/07/2025

Tey bæði á Nesi: Gestapo, bygdaslatur og politiskt ódnarveður

Í triðja og fjórða parti hoyra vit um stríðið hjá Poul Morell Nielsen og Ruth Smith fyri at finna ein gerandisdag mitt í meldrinum av Seinna Heimsbardaga. Tað, sum byrjaði sum eitt bleytt og listafult kærleikslív, broyttist til eina lívshættisliga tilveru, tá Gestapo vendi eyguni móti Morell. Morell varð noyddur at gera av, um hann skuldi seta sítt egna lív, og lívið hjá Ruth í vanda fyri at bjarga einum týskum undiroffiseri undan egnari lagnu.

Næstu tveir partarnir av nýggja poddvarpinum "Tey bæði á Nesi" eru nú tøkir. Hetta er ein poddvarpsrøð í seks pørtum um eitt dupultlív, har vanlig fólk verða sett í støður, sum gera tey til hetjur...

11/07/2025

Frímælt hesa ferð er ein eftirmeting av Roskilde festivalinum og ein upphiting til G! Samstundis hyggja vit eisini eftir Oyggjaleikunum, sum byrja um vikuskiftið, vit skifta orð um ein søguliga stóran handil av føroyskum kvotum og so runda vit AI í skúlaskipanini.Hetta alt kryddað við røvarasøgum frá høgru og vinstru.Gestir eru Leivur Frederiksen, lærari og miðlamaður, Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.Vertur er Rólant Waag Dam.

Hevur fingið nokk av Fasta GerðarættinumFøroyski arbeiðsmarknaðurin kann vera ávegis inn í eina nýggja tíð, tí á nevndar...
10/07/2025

Hevur fingið nokk av Fasta Gerðarættinum

Føroyski arbeiðsmarknaðurin kann vera ávegis inn í eina nýggja tíð, tí á nevndarfundi í morgin fer Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at biðja um heimild til at taka felagið úr Fasta Gerðarættinum, sum síðan 2006 hevur verið við til at loyst trætur á arbeiðsmarknaðinum.

Tað stutta av tí langa Føroyski arbeiðsmarknaðurin kann vera ávegis inn í eina nýggja tíð, tí á nevndarfundi í morgin fer Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at biðja um heimild til at...

10/07/2025

Njósning, list og loyndarmál + eitt tilboð! Ein sonn søga og ein summarpoddvarpsrøð frá Frihedsbrevet.

Tekna mánaðarhald nú og fá fyrsta mánaðin fyri hálvan prís við at skriva “Morell” í teigin “Avsláttarskipan”

Ongin uttan fyri donsku stjórnina hoyrt um føroysku ætlanirnarHóast bæði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Lars Løkk...
09/07/2025

Ongin uttan fyri donsku stjórnina hoyrt um føroysku ætlanirnar

Hóast bæði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, vóru á ríkisfundinum 17. juni, tá løgmaður boðaði frá ætlanunum um at fara úr verandi ríkisfelagsskapi, hevur hvørgin teirra kunnað hinar flokkarnar á Fólkatingi um tað. Tað vátta leiðararnir fyri donsku andstøðuflokkarnar fyri Frihedsbrevet. Og Mogens Lykketoft og Per Stig Møller, fyrrverandi uttanríkisráðharrar, eru samdir um, at ríkisfelagsskapurin hevur stórar avbjóðingar.

“Eins og Grønland eru Føroyar sera týdningarmiklar frá einum donskum og evropeiskum sjónarhorni,” sigur Mogens Lykketoft.

Tað stutta av tí langa Hóast bæði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, vóru á ríkisfundinum 17. juni, tá løgmaður boðaði frá ætlanunum um at fara úr verandi...

Hóast Løgmálaráðið arbeiðir við at gera reglur um logging, hevur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fyri...
08/07/2025

Hóast Løgmálaráðið arbeiðir við at gera reglur um logging, hevur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fyrivarni fyri at seta hesar reglur í gildi. “Eins og í spurninginum um vakmyndatól er tað eisini neyðugt, at vit í hesum málinum seta spurning við, um úrslitið av eftirlitinum stendur mát við, hvussu umfatandi inntrivið er í privatlívið hjá fólki”, sigur Bjarni K. Petersen.

Tað stutta av tí langa Hóast Løgmálaráðið arbeiðir við at gera reglur um logging, hevur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fyrivarni fyri at seta hesar reglur í gildi.

Tey bæði á Nesi – Tá kærleikin, list og njósning møttustFyrstu tveir partarnir av nýggja poddvarpinum Tey bæði á Nesi er...
07/07/2025

Tey bæði á Nesi – Tá kærleikin, list og njósning møttust

Fyrstu tveir partarnir av nýggja poddvarpinum Tey bæði á Nesi eru nú tøkir. Hetta er ein poddvarpsrøð í seks pørtum um eitt dupultlív, har vanlig fólk verða sett í støður, sum gera tey til hetjur ella svíkjarar, og har loyndarmálini gerast ein tyngri byrða enn sjálvt kríggið.

Fyrstu tveir partarnir av nýggja poddvarpinum Tey bæði á Nesi eru nú tøkir. Hetta er ein poddvarpsrøð í seks pørtum um eitt dupultlív, har vanlig fólk verða sett í støður, sum gera tey til hetjur ella...

Njósning, list og loyndarmál: Nýtt poddvarp um listakvinnuna Ruth Smith og njósnaran Poul MorellAllar søgur hava fleiri ...
06/07/2025

Njósning, list og loyndarmál: Nýtt poddvarp um listakvinnuna Ruth Smith og njósnaran Poul Morell

Allar søgur hava fleiri síður. Síður, vit síggja og síður, sum eru fjaldar. Í einum lítlum húsi úti á Nesi í Vági búðu tvey, hvørs fjalda søga var nógv størri enn tann, nakar kundi ímynda sær. Innanfyri veggirnar goymdu tey loyndarmál, sum kundu broytt søguna, sum vit kenna hana í dag.

Hetta er søgan um - Tey bæði á Nesi, um Poul Morell Nielsen og Ruth Smith. Hann var arkitekturin, sum gjørdist njósnari í hjartanum á týsku krígsmaskinuni. Hon var listakvinnan, sum stríddist ein innara bardaga, meðan heimsbardagin herjaði uttanfyri.

Tey vóru førd saman av kríggi og kærleika, men hvør var hann í veruleikanum? Hvør var hon? Og hvussu kundu tvey so lítið látin fólk bera eitt so stórt loyndarmál?

Í hesi poddvarpsrøðini fara vit at kaga inní ein duldan og loyndarfullan heim. Hesin heimurin, verður avdúkaður við orðunum hjá teimum, ið livdu í honum, men røddirnar, ið endurgeva hesi orð, eru gjørdar við vitlíki.

Poddvarpsrøðin eitur - Tey bæði á Nesi og er í seks pørtum. Fyrstu tveir partarnar koma út í morgin, mánadagin 7. juli. Men tú kanst lurta eftir einum brellbita longu nú.

Hetta er søgan um Poul Morell Nielsen og Ruth Smith. Hann var arkitekturin, sum gjørdist njósnari í hjartanum á týsku krígsmaskinuni. Hon var listakvinnan, sum stríddist ein innara bardaga...

04/07/2025

25 ár eru liðin síðani, at níggju ungir menn doyði til eina konsert á Roskilde festivalinum við bólkinum Pearl Jam í 2000.

Niels Uni Dam var til konsertina og hann greiðir frá hesum, nú Roskilde festivalurin er á skrá og DR hevur givið út eina poddvarpsrøð um ræðuleikan.

Vit venda eisini Voxbotn, sum varð flutt í Tjarnir. Ein góð avgerð, vísti tað seg at vera, hóast fólk vóru á gosi um hetta.

Landsstýriskvinnan Ruth Vang hevur fingið eina hóttan á Messenger, sum løgreglan tók upp. Nú er ein maður dømdur í málinum - og tað er fyri neyðini, at tað hendir, halda fólkini í Frímælt, sum eisini greiða frá hóttanum, tey hava fingið.

Gestir í dagsins parti eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Niels Uni Dam.

Vertur er Rólant Waag Dam.

Adresse

Tórshavn

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Frihedsbrevet.fo sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Frihedsbrevet.fo:

Del