09/12/2025
Fuglafjørður hýsir landsins størsta orkubrúkara—og hevur grønar ætlanir
Fuglafjarðar kommuna, heimstað fyri Føroya størsta orkubrúkara, umhugsar víðfevndar verkætlanir innan grøna orku—sjóhita, avlopshita frá havnalagnum ella eina samanseting av báðum—har aðrir partar eisini eru við sum íleggjarar.
Ongastaðni í Føroyum er, í mun til fólkatalið, so stórt ídnaðarvirksemi sum í Fuglafirði. Umframt at fleiri 100.000 túsund tons av olju verða bunkrað umvegis Fuglafjarðar havn árliga, fer runt roknað meira enn ein trý-kvart millión tons av fiskavørum um kaikantin á hvørjum ári.
Høvuðsdepilin í tí stóra vinnuliga virkseminum í Fuglafirði er mjøl-, lýsi- og fóðurframleiðarin Havsbrún, sum er landsins størsti einstaki brúkari av orku. Aðrir stórir orkubrúkarar í havnalagnum eru frystivirkið Pelagos og frostgoymslan Bergfrost.
Havsbrún telist í dag millum teir stóru brúkararnar av elorku og olju; men um øll framleiðslan hjá virkinum hevði verðið rikin við elorku, hevði talan blivið um nógv tann størsta elbrúkaran í Føroyum, og tað hevði verið neyðugt at útbygt elnetið munandi. Tá ið víst verður á at Havsbrún er størsti orkubrúkari í Føroyum, so er hetta í dag fyrst og fremst oljunýtsla—her er talan um stórar nøgdir av tungolju.
Júst hetta er bakgrundin til Eysturlund ætlanina hjá Effo og Bakkafrost—har drívmegin í framleiðsluni hjá Havsbrún verður skift út frá oljuketlum til elketlar, hetta við hjálp av vindmyllulundini Eysturlund, sum skal tryggja ta neyðugu orkuna.
“Vindmyllu verkætlanin er sum vera man áhugaverd fyri Havsbrún, men sanniliga eisini fyri kommununa um ein fjarhitaskipan kann blíva til veruleika og kommuna kann millum annað keypa avlopsorku frá Sev, sum vit vóna,” viðmerkti Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði.
“Hendan vindmyllu verkætlan er uttan iva í góðum hondum; men eftir øllum at døma kann talan vera um onkrar forðingar í elveitingarlógini, sum landsins mynduleikar vónandi taka burtur áðrenn langt um líður.”
100 prosent grønt
Aðrir møguleikar eru eisini at útvinna alternativa orku í Fuglafirði.
“Sjóhiti er ein tøkni sum er væl kend í dag, ikki minst við teimum royndum sum Klaksvíkar kommuna hevur á tí økinum,” segði borgarstjórin í samrøðu við ORKUtrygd.
“Ein annar møguleiki er at avlopsh*ti frá havnalagnum blívur ein partur av einari fjarhita verkætlan—møguleikarnir eru nógvir.”
Les meira í ORKUtrygd blaðnum ella á netinum...