Bjørk Berg Wiggins / Tjóðveldi

Bjørk Berg Wiggins / Tjóðveldi Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026

Her sita vit nú eina løtu gott 2 tímar áðrenn valið er av - og eg havi kensluna av at eg als ikki eri á mál við at forte...
26/03/2026

Her sita vit nú eina løtu gott 2 tímar áðrenn valið er av - og eg havi kensluna av at eg als ikki eri á mál við at fortelja um tað eg vil arbeiða við. Her er nakað av tí:

- betri føðifyrireiking til kvinnur og pør, ið kann fyribyrgja føðitrauma og skaðar
- ultraljóðkanning í 12. viku
- skeið og upplýsing um foreldraskap og parlag (alt ov nógvur skilnaður hendur fyrstu árini við smábørnum)

- náttúra, umhvørvi og samfelagsábyrgd, soleiðis at børn og barnabørn hava ein framtíðarkjans.

- tjóðarsemju, tí vit hava tørv á atgongd til allan heimin og vitan uttan millumlið og til tíðir 'betri'-vitandi hjálandaharra.

Mest av øllum vil eg arbeiða fyri eini tjóð, ið virðir og javnsetur menniskju óansæð aldur, førleikar, kyn, átrúnað, mentan og bakgrund.

X við Bjørk X við E

Gott val 💚

Tjóðveldi Eysturoyar Tjóðveldisfelag

25/03/2026

Soleiðis kunnu fleiri merkja at tey hoyra til:

Tilflytarar
- Børn og ung við tilflytarabakgrund skulu hava somu møguleikar sum føroysk ung.
- Fleksiblari og virðiliga skipan, soleiðis at tilflytarar fáa nýtt síni evni til gagns fyri seg og okkara samfelag.
- Størri fokus á sosiala integratión.
- Raðfesta føroyskt tilfar til gagns fyri tilflytarar og føroyingar.

Børn sum ikki passa í kassarnar
Skipanir og samfelagið skal passa til børn og ikki umvent.
- Læring skal vera meir áhugabasera
- Børn skulu fáa meir tíð í náttúruni
- Børn skulu hava tíðliga hjálp

Ung skulu ikki sleppast uppá fjall tá tey fylla 18
Alt ov nógvar skipanir detta niðurfyri, tá ung fylla 18.
- Ung, ið eru til fosturs
- Ung við serligum tørvi og
- Ung, ið stríðast á annan hátt.
Skipanirnar fyri og eftir 18 ára aldur mugu samansjóðast soleiðis at tann ungi og avvarandi ikki skulu ígjøgnum stríð og berjast fyri rættindum av nýggjum.
Fyribyrgjandi átøk skulu styrkjast og stovnast, eitt nú hjálparlinjur, ráðgeving til børn, ung og vaksin.

Tryggari samfelag fyri okkara børn

Enn einaferð hoyra vit um mildar dómar fyri seksuella misnýtslu av børnum.
Hvat signal senda vit?

👉 Til barnið: At tað ikki er so álvarsamt
👉 Til misnýtaran: At tað slepst bíliga

Sannleikin er:
Seksuel misnýtsla oyðileggur lív.

📊 1 av 5 gentum og 1 av 10 drongjum verða rakt áðrenn 18 ár
(Vit mugu eisini hava greið tøl fyri Føroyar)

Eg vil arbeiða fyri:

⚖️ Harðari revsing
💰 Endurgjald, sum samsvarar við lívlangu avleiðingarnar
📚 Meira fyribyrging og kunning um kropp, mørk og samtykki
📵 Tryggari netumhvørvi fyri børn
🤝 Betri hjálp til børn og familjur

Børn okkara skulu verjast. Alt annað er óforsvarligt.

Ongin skal liva í fátækt
- Tað er ikki rætt at hjálparfelagsskapir skulu lívbjarga fólki í ringum fíggjarligum korum. Fólk skulu hava ráð at liva – ikki bara yvirliva. Tað er skylda landsins.
- Øll børn skulu kunna luttaka í felagsskapinum.
Í mínum starvi tosaði eg við eina kvinnu, ið plagdi at hava 2000 kr eftir um mánaðin, men nú var onki eftir. Kvinnan var í døpurhuga, tí enn ein leiguhækking var á veg frá Bústøðum, og nú hevði hon ikki annað val enn at biðja um hjálp.

Set x við Bjørk Berg Wiggins

Tjóðveldi Eysturoyar Tjóðveldisfelag

24/03/2026

Eg komi ikki frá ríkidømi

mamma mín er sjúkrarøktarfrøðingur, pápi mín tónleikalærari
og eg eri úr einum systkinaflokki á fýra. Foreldur míni vóru so heppin at bæði hava arbeiði undir kreppuni í 90’unum, og megnaðu tí at keypa sær hús og flyta inn 1 mánaða áðrenn eg varð fødd ein kaldan vetrardag í januar 1992.

Sjálv máttu maðurin og eg leita okkum útum Havnina, og eisini vit vóru heppin at kunna keypa okkum hús fyri skjótt 6 árum síðani, áðrenn Eysturoyartunnilin lat upp og prísirnir flugu uppeftir her um leiðir.

Í dag er versnað nógv.

Eg havi ongi bond til reiðarar ella ríkar vinnulívsmenn, og tí standa mær ongi seráhugamál í vegin fyri at handla rættvíst við tilfeinginum – ognunum – hjá Føroya fólki.

Eg vil minka um gjáina millum rík og fátæk.

Fyri at fáa einar javnari og rættvísari Føroyar, har øll hava ráð til eitt trygt heim, vil eg arbeiða fyri:
- Meir verður bygt, og
- Meir verður tøkt við at tálma aribnb og fleirhúsakeypum og
- At ein rættvís tilfeingisrenta verður tikin

Eg vil gera tað, ið er rættvíst og sum skapar eitt javnari samfelag – fyri teg, meg og Føroyar.

24/03/2026

Barnalívið hongur ikki saman, hvørki fyri børn ella foreldur!

Foreldur eru strongd við einum hektiskum og dýrum gerandisdegi, børn hava longstu arbeiðsdagarnar og eru "fult-on" frá morgni til myrkurs.

Síðani kvinnur komu á arbeiðsmarknaðin og hava fingið lønt arbeiði og harvið fíggjarligan tryggleika, hava kvinnur tó bara fingið meir arbeiði at gera, tað lønta og framvegis mest av tí ólønta. Ta rakar kvinnur, og tað sum rakar kvinnur rakar enn í dag eisini børn.

Børn skulu finna seg í at vera burturskild frá mammu og babba í einum aldri har tey als ikki skilja at mamma ella babba koma aftur. Og í einum aldri har trygt tilknýti hevur allarmest at siga fyri menningina hjá barninum. Mamma og babba eiga at vera tann tryggi staðurin og staðurin har tey brúka mest av sínum vaknu tímum.

Tá eg við knúti í búkinum fór við dóttrini í vøggustovu, tí mín kroppur og sinn vistu at hetta var ov tíðliga, vóru vit báðar, dóttirin og eg, møttar av mest skiljandi og viðurkennandi starvsfólkinum, sum segði “tað er allarbest hjá mammu og babba”. Og tað er tað, og tað er har børn eiga at vera sum longst. Tað er har tey eiga at vera tá tey eru sjúk. Tað er har tey eiga at vera, tá tey mistrívast av hektiska gerandisdegnum.

Tíverri er tað nú vanligt at børn skulu á stovn, tí samfelagið hevur skapa tann normin og tí alt samt fleiri noyðast fíggjarliga.

Fyri at byrja einum bata fyri børn vil eg longja og smidliggera barsilin, hædd skal takast fyri javnstøðu millum foreldrini, soleiðis at mammur ikki missa inntøku og pensjón, og pápar kunnu fáa størri lut í uppaling av sínum børnum. Børn skulu hava betri rætt at vera sjúk, og ikki bert til 1. og 2. sjúkradag. Tí ikki øll hava ommur og abbar ella onnur avvarandi at taka yvir og børn skulu ikki sendast hálv sjúk frá húsum. Og børn skulu hava eitt róligari lív við tryggum og umsorganarfullum kørmum har tey eru – um tað er heima, á stovni, skúla ella øðrum felagsskapum.

Við tryggum barnaárum kunnu vit skapa trygg ungdómsár og venda gongdini við vaksandi mistrivnaðinum millum børn og ung.

24/03/2026

Á valfundi í Fuglafirði skyldaði Fólkaflokkurin viknandi samanhangsmegina í Føroyum uppá tilflytarar! At skylda uppá tilflytarar, ið eru á niðastu rók í samfelagnum haldi eg vera feikt! Tað er vaksandi ójavnin í samfelagnum, ið ávirkar samanhangsmegina! Tí skulu vit rætta upp uppá ójavnan, soleiðis at gjáin millum rík og fátæk minkar, heldur enn veksur!

Miðflokkurin heldur at vit heldur skulu fáa føroyingar heim enn at fáa fleiri tilflytarar - eg mátti tí spyrja um ætlanin hjá teimum er at fólk, ið hava tikið langar útbúgvingar uttanlanda skulu inn á fiskavirkini?!

Framsókn nevndi tilboðið Reyða Kross Vinir sum eitt tilboð, ið átti at verið styrkt - og tað eri eg fegin og errin um. Hetta er eitt tilboð, ið eg havi verið við til at stovna afturi í 2021 og tað koyrir enn, tó einamest í Havnini - tað ger veruligan mun fyri trivnaðin og møguleikarnar hjá tilflytarum og flóttafólkum. Og tað skapar eitt rúmligari samfelag, veruliga og tvívegis integratión, tí tað ger eisini mun fyri allar teir føroyingar, ið sjálvbodnir gerast vinir og kontaktpersónar hjá tilflytarum.

Fyri at fáa hetta tilboðið kring allar føroyar - eins væl og onnur integratiónsfremjandi tiltøk hjá øðrum felagsskapum - er tó neyðugt við nakað av fígging. Við integratiónslógini er stovnað ein integratiónspulja, har felagsskapir og einstaklingar kunnu søkja fígging til integratiónsfremjandi tiltøk - men eingin peningur er settur í puljuna. Tað skal setast fígging í fyri at styrkja integratiónina í nærumhvørvinum.

X við Bjørk Berg Wiggins til løgtingsvalið 💚

Tjóðveldi Eysturoyar Tjóðveldisfelag

24/03/2026

Eg var í gjárkvøldi á valfundi í Fuglafirði, har evni var integratión, serliga integratión av børnum á dagstovnum og skúlum. Eitt øki eg brenni serliga nógv fyri og havi arbeitt nógv við seinastu árini 💚

Sum so mangan, verður sagt at málið er lykilin - og rætt er, at tað er EIN av lyklunum. Men lykilin er so nógv meir eisini. Fyri at børn og ung yvirhøvur skulu kunna tilogna sær málið mugu tey fyrst trívast, og tí er trivnaður altavgerandi lykilin fyri alla integratión. Trivnaður kann koma við tryggum kørmum við orku og førleikum, har børn og ung kenna seg vælkomin og vera inkluderaði - eisini meðan onki felags mál er.

Námsfrøðingar og lærarar gera sítt ítasta, men tíverri er hvørki sett nóg nógv inn við førleikum ei heldur orku - tað fari eg at raðfesta, øllum børnum í Føroyum at gagna!

Sera viðkomandi viðmerking kom fram um vánaligu karmarnar hjá arbeiðarum, ið hava børn við sær beinanvegin ella seinni. Dømi var at foreldur á arbeiðsloyvum noyðast at brúka feriuna at fara eftir børnunum úr heimlandinum og koma aftur til landið leygardag og longu mánadag skulu børnini á stovn, tí foreldrini hava skyldu at fara til arbeiðis - tað er ikki nóg góð tillagingartíð fyri børnini. Tá børn eru í myndini hava vit skyldu til at skapa nóg góðar karmar kring familjuna.

Fleiri flokkar tosa um at tað ikki skal vera gjørligt at taka samfylgjandi familju við fyrr enn eftir minst trý ár. Vit vita tó frá royndum at fortreytirnar fyri góðari integratión gerast verri jú eldri børnini eru - harumframt setur sundurlesing absolutt síni neiligu spor á tilknýti millum foreldur og barn. Tað er tí bara betur fyri allar partar at børn kunnu koma við til Føroya fyrr heldur enn seinni!

Eisini er tað eftir mínum tykki betri at hava tilflytarar her, ið vilja vilja vera her í longri tíðarskeið enn at hava konstanta útskifting av fólki - serliga tá vit vita at vinnan hevur tørv á fólki í nógv ár afturat. Við konstantari útskifting ber ikki til at klaga um at tilflytarar ikki integrera seg!

Tjóðveldi Eysturoyar Tjóðveldisfelag

23/03/2026

Einar javnari og rættvísari Føroyar 🇫🇴

Eg ynski eitt samfelag, sum passar til veruliga familjulívið, og til allar føroyingar🫶🏼

Adresse

Toftir
650

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Bjørk Berg Wiggins / Tjóðveldi sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del