Ghetto Kvøld

Ghetto Kvøld Vertir eru Barbara Holm, Eydna Skaale og Gutti Winther. Tøkningur er Búgvi Øster. Eitt sindur frekari, eitt sindur frískari og eitt sindur festligari!

Ghetto Kvøld er Leygarkvølds Liveshow úr Kbh - sent einaferð um mánaðin. Øll eru vælkomin til showið, og tú kanst sjálvandi eisini hoyra alt á Rás2 kl 21-23 dk tíð

Takk fyri okkum :) Myndir: Sunnleif Andreasen Photography
09/06/2013

Takk fyri okkum :) Myndir: Sunnleif Andreasen Photography

08/06/2013

Jens Marni - king of the Parken - verður í kvøld live í Sumpinum! Harumframt verður live framførsla frá evnaríku Súsannu Herálvsdóttir, sum er upcoming stjørna á tónleikahimmalinum. Síggjast vit í Sumpinum - ja, tað halda vit nokk, at vit gera :)

08/06/2013

So eru bert nakrir tímar til seinasta Ghetto Kvøldið a hesum sinni. Vit gleda okkum at siggja tykkum i Sumpinum i kvøld :)

06/06/2013

Hevur tú hug at vinna eitt atgongumerki til SummarFestivalin 2013? So er bara at senda okkum eina ferðafrásøgn inn á vangan hjá Ghetto Kvøld, og greiða okkum frá onkrari stuttligari, spennandi, vandamiklari ella bara øðrvísi uppliving sum tú hevur havt, tá ið tú hevur ferðast. Vinnarin verður funnin LIVE í Ghetto Kvøld leygarkvøldið :)

28/05/2013

Leygarkvøldið 8. juni leggja vit próvtøkur og bøkur til viks og savnast í Sumpinum til seinasta Ghetto Kvøldið fyribils. Tað verður sjálvandi SUMMAR tema Og nú er tað, at vit hava tørv á tykkara sam-brainstorming. Hvat er tað fyrsta, sum rennur tykkum til hugs? Viss vit siga summar, hvat siga tit so?

18.05.2013
18/05/2013

18.05.2013

18/05/2013

Ghetto Kvøld kl 21 dk tíð í Føroyahúsinum / kl 20 fø tíð á Rás2 í kvøld! Hvat eru mytur og hvat er fakta, tá tað snýr seg um hash? Hvussu er vorðið við kriminaliteti, sum stendst av hashsmugling og -dyrking í Føroyum? Og hvussu hjálpir hash viðvíkjandi sjúku? Fá svarini í Ghetto Kvøld! Harumframt spælir Sakaris live, vit geva góð ráð - og eingin veit, hvat yvirraskilsið verður í kvøld! :) Komið - ella lurtið á Rás2 :)

08/05/2013

Ert tú um at gerast í ørviti av eksamiulesnaði? Ert tú við at fáa prikkar av vánaliga summarveðrinum? Er alt sum heild eitt sindur grátt og keðiligt fyri tíðina? So eru tað góð tíðindi til tín! Ghetto Kvøld verður nevniliga aftur leygarkvøldið 18. mai :) Hesuferð verður Føroyahúsið karmur um tiltakið, og tú ert sjálvandi boðin við púra ókeypis! Gleðir tú teg? Tað gera vit ígussjer! :)

Adresse

Vesterbrogade 17A
Copenhagen
1620

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Ghetto Kvøld sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del