Kvinna

Spennandi og inspirerandi heimið hjá M I R I A M  N O R D B E R G og familjuni 😍 Tú sært myndir og kanst lesa áhugaverda...
27/08/2026

Spennandi og inspirerandi heimið hjá M I R I A M N O R D B E R G og familjuni 😍 Tú sært myndir og kanst lesa áhugaverda býlisprátið í Kvinnu, sum er at finna á handilahillunum júst nú🫧

Dolly Parton er farin um sýn, og kring heimin minnast vit nú kvinnuna handan sangir sum Jolene, 9 to 5 og I Will Always ...
26/08/2026

Dolly Parton er farin um sýn, og kring heimin minnast vit nú kvinnuna handan sangir sum Jolene, 9 to 5 og I Will Always Love You. Men hví var hon so serstøk? Og hvussu bar tað til, at júst Dolly kundi savna fólk, sum í dagsins samfelag kanska meira enn nakrantíð annars tykjast ósamd um alt? Í einari framúrskarandi poddvarpsrøð frá 2019 varð leitað eftir svarinum 👇👇👇

– Fyri føroyingar kemur tað altíð sum ein hvøkkur, tá okkara søgur verða sæddar og hoyrdar í Norðurlondum. Føroyar hava ...
24/08/2026

– Fyri føroyingar kemur tað altíð sum ein hvøkkur, tá okkara søgur verða sæddar og hoyrdar í Norðurlondum. Føroyar hava jú leingi verið í útjaðaranum av norðurlendska felagsskapinum, sigur Búi Dam um heimildarfilmin, sum snýr seg um mammu hansara, Biritu Mohr, sum hóast ringa Alzheimersjúku hevði høvuðsleiklutin í leikinum Lear kongur eftir William Shakespare, sum Búi eisini leikstjórnaði

Í fjør varð føroysk filmsøga skrivað, tá ið Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins á fyrsta sinni varð latin føroyskum filmi og Det sidste paradis på jord

Ein deilig grein úr goymsluni :)– Tað hevur nógv at siga at hava góðar vinir. Annars verður lívið fátækt. Vinir eru ofta...
19/08/2026

Ein deilig grein úr goymsluni :)

– Tað hevur nógv at siga at hava góðar vinir. Annars verður lívið fátækt. Vinir eru ofta eisini familja, teir eru innan fyri familjuna, ella tit gerast so mikið væl, at vinir verða sum familja, sigur Ingeborg Vinther, stríðskvinnan, sum í 31 ár var forkvinna fyri Føroya Arbeiðarafelag.

Droymir tú um at arbeiða á Kvinnu?Kanska vit leita efti tær👇👇👇
12/08/2026

Droymir tú um at arbeiða á Kvinnu?
Kanska vit leita efti tær👇👇👇

Trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi og á einum arbeiðsplássi, har eingin dagur er eins, har hugskot gerast til veruleika og ferðin er høg? Ert t

Veðrið var ikki við festivalgestunum síðsta kvøldið á Summarfestivalinum, men tað forðaði kortini ikki fyri góðum hýri. ...
09/08/2026

Veðrið var ikki við festivalgestunum síðsta kvøldið á Summarfestivalinum, men tað forðaði kortini ikki fyri góðum hýri. Og hóast regnið av og á legði ein dempara á kvøldið, hugnaðu fólk sær kortini. Millum regnjakkar og húgvur fangaðu vit eisini nakrar kvinnur, sum høvdu sett sín egna dám á festivalstílin✨
Fleirir myndir her👇👇👇

Í fleiri enn 20 ár hevur húsið hjá Hannu Thøgersen og familjuni verið eitt fast samlingspunkt, tá ið Summarfestivalur er...
07/08/2026

Í fleiri enn 20 ár hevur húsið hjá Hannu Thøgersen og familjuni verið eitt fast samlingspunkt, tá ið Summarfestivalur er í Klaksvík. Her hittast familja, vinfólk og kenningar ár eftir ár – og garðurin er vorðin ein lítil festivalur í sjálvum sær.
Les huganligu samrøðuna við Hannu her og lúr í fjálga urtagarðin🍃

Í dalinum millum Boðanesheimið og Lágargarð stendur vakstrarhúsið á Hvamminum sum ein savnandi grøn oasa hjá íbúgvunum í...
06/08/2026

Í dalinum millum Boðanesheimið og Lágargarð stendur vakstrarhúsið á Hvamminum sum ein savnandi grøn oasa hjá íbúgvunum í Tórsbyrgi. Vit hava vitjað á Hvamminum - les greinina í okkara urtagarðsbókasini Blóma & Blað, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.

Eftir tvey ár við pínu í hálsinum fekk Susi á Borg staðfest eitt aggressivt slag av krabbameini. Og eftir eina harða sjú...
04/08/2026

Eftir tvey ár við pínu í hálsinum fekk Susi á Borg staðfest eitt aggressivt slag av krabbameini. Og eftir eina harða sjúkugongd við kemo og strálum, hevur hon nú fingið góð boð, men óvissan er framvegis ein partur av lívinum. Tí heldur hon rimmarfast í vónini.
Í nýggju Kvinnu er ein erlig, hjartanemandi og innilig samrøðu við Susi á Borg🫶🏼

– Eg havi altíð verið gentan, sum var eitt sindur buttut í flokkinum, ikki verið góð til ítrótt og havt lágt sjálvsálit....
31/07/2026

– Eg havi altíð verið gentan, sum var eitt sindur buttut í flokkinum, ikki verið góð til ítrótt og havt lágt sjálvsálit. Men mítt Gómagott-ævintýrið hevur broytt meg, og givið mær sjálvsálit. Eg eri virkuliga komin á røttu hillina her, sigur Kirstin Hammer

Les hennara søgu her👇👇👇

Adresse

Hoyvík

Åbningstider

Mandag 10:00 - 15:00
Tirsdag 10:00 - 15:00
Onsdag 10:00 - 15:00
Torsdag 10:00 - 15:00
Fredag 10:00 - 15:00

Telefon

+298661111

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Kvinna offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Kvinna:

Genveje

Del

Kategori