Vinnublaðið

Vinnublaðið Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Vinnublaðið, Tidsskrift, Á Hjalla 40, Hoyvík.

Løtumyndir frá Vinnumessuni í fjør 📸
09/07/2026

Løtumyndir frá Vinnumessuni í fjør 📸

𝑽𝒊𝒏𝒏𝒖𝒎𝒆𝒔𝒔𝒂𝒏 er sett í verðina fyri at geva vinnulívinum ein pall, eitt forum, har ið vinnulívið verður fagnað árliga. Vi...
09/07/2026

𝑽𝒊𝒏𝒏𝒖𝒎𝒆𝒔𝒔𝒂𝒏 er sett í verðina fyri at geva vinnulívinum ein pall, eitt forum, har ið vinnulívið verður fagnað árliga. Vit umboða fyritøkur tvørtur um nógvar ymiskar vinnur, og tí eru vit við til at styrkja samanhaldið í føroyska vinnulívinum.

Ognið tykkum ein bás og upplivið, hvussu tað er at førka mørkini fyri, hvussu fyritøkur og kundar koma saman.

Meiri kunning fæst á www.vinnumessan.fo

Send ein fyrispurning um bás á [email protected] ella ring á 295 295 📞

02/07/2026

Tíðin gongur við rúkandi ferð, og dagarnar áðrenn 9. og 10. oktober fara fyritøkurnar at fyrireika seg til til teir túsundtals gestirnar, sum fara at leggja leiðina framvið Tjarnir hetta vikuskifti! ✨

Har eru ikki nógvir básar tøkir nú, so tað ræður um at skunda sær 🏃💨

Send ein fyrispurning um bás á [email protected] ella ring á 295 295 📞

HVØRJA FYRITØKU HEVÐI TÚ VILJAÐ SÆÐ Á VINNUMESSUNI? 💫Í fjør vóru 54 fyritøkur við, og í ár er pláss fyri enn fleiri! Tað...
12/06/2026

HVØRJA FYRITØKU HEVÐI TÚ VILJAÐ SÆÐ Á VINNUMESSUNI? 💫

Í fjør vóru 54 fyritøkur við, og í ár er pláss fyri enn fleiri! Tað eru longu 41 fyritøkur, sum hava teknað sær bás. Hesar fyritøkurnar kunnu síggjast á www.vinnumessan.fo

Er tað onkur fyritøka, sum tú heldur burdi verið við? Viðmerk/tagga hana so niðanfyri! 🥳

04/06/2026

WAUW! Undirtøkan hevur verið sera góð til Vinnumessuna, og vit gleða okkum longu til 9. og 10. oktober 🤩

Umleið 60% av básunum eru tiknir, so bíleggið tykkara bás nú, so tykkara fyritøka eisini kann sleppa at spíla seg út við Tjarnir í heyst 🏃‍♂️

Far inn á www.vinnumessan.fo ella send ein fyrispurning til [email protected]

Magazine

12/05/2026

𝐓𝐈𝐋𝐌𝐄𝐋𝐃𝐈𝐍𝐆𝐈𝐍 𝐄𝐑 𝐍Ú 𝐎𝐏𝐈𝐍!

𝐅𝐥𝐞𝐢𝐫𝐢 𝐟𝐞𝐫𝐦𝐞𝐭𝐫𝐚𝐫, 𝐟𝐥𝐞𝐢𝐫𝐢 𝐛á𝐬𝐚𝐫, 𝐟𝐥𝐞𝐢𝐫𝐢 𝐠𝐞𝐬𝐭𝐢𝐫!
Vinnumessan er aftur, og hon verður sjálvandi uppaftur størri.
Vikuskiftið 9. og 10. oktober gerst karmur um Føroya størsta vinnumessu, tá ið dyrnar við Tjarnir lata upp, og føroyskar fyritøkur og kundar koma hvørjum øðrum við, enn einaferð.
Á Vinnumessuni er okkurt til øll – góð tilboð til gestirnar, leskiligur matur umframt undirhald til bæði vaksin og børn. Í fjør vórðu allir básarnir útseldir, og í ár fara vit at spíla okkum enn meira út við fleiri fermetrum og fleiri básum.

Send okkum ein fyrispurning á [email protected]

Meira kunning fæst á www.vinnumessan.fo

𝐊𝐞𝐧𝐧𝐢𝐫 𝐟𝐞𝐥𝐚𝐠𝐢ð 𝐨𝐠 𝐟𝐲𝐫𝐢𝐭ø𝐤𝐮𝐧𝐚 𝐬𝐮𝐦 𝐬í𝐧 𝐞𝐠𝐧𝐚 𝐥𝐮𝐦𝐦𝐚 Tann 1. januar í fjør tók 35 ára gamli Tony Hammer Weyhe eftir áheitan f...
07/05/2026

𝐊𝐞𝐧𝐧𝐢𝐫 𝐟𝐞𝐥𝐚𝐠𝐢ð 𝐨𝐠 𝐟𝐲𝐫𝐢𝐭ø𝐤𝐮𝐧𝐚 𝐬𝐮𝐦 𝐬í𝐧 𝐞𝐠𝐧𝐚 𝐥𝐮𝐦𝐦𝐚

Tann 1. januar í fjør tók 35 ára gamli Tony Hammer Weyhe eftir áheitan frá nevndini við starvinum sum stjóri fyri MBM. Sjálvur sigur hann, at hann als ikki hevði væntað sær møguleikan – og slett ikki á so ungum árum. Hann hevði væntað ein útlendskan stjóra. Men verður hugt nærri at lívsrenslinum, man tað valla vera av tilvild, at valið fall á víkarmannin úr Kollafirði.

Tony kennir felagið og fyritøkuna sum sín egna lumma. Hann er ein av teimum fáu í Føroyum, sum hevur lært í hesari vinnuni. Hann hevur í fleiri umførum arbeitt hjá MBM í styttri og longri tíðarskeið og røkt ymisk størv og hevur seinastu árini sitið í leiðslubólkinum. Og so hevur hann slitið eitt ótal av barnaskóm millum maskinur og túsundtals mjólkarpakkar á virkinum, har ið pápin, Erling, hevur arbeitt sum pakkari í meira enn 40 ár. Eldri bróðirin, Rógvi, hevur eisini drúgvar royndir í fyritøkuni. MBM hevur tí roynst familjuni væl – og øvut.

Stjórin er við øðrum orðum vaksin upp í umhvørvinum og kennir hvønn krók, ið hann longu sum smádrongur kannaði út í æsir, meðan hann tolin bíðaði eftir pápanum. Nú hevur hann fingið valdið litið upp í hendur og ábyrgdina at stjórna felagnum og fyritøkuni av ovastu rók. Sjálvur leggur hann dent á at vera ein fólksligur stjóri, og honum dámar best at ferðast millum vanligu arbeiðararnar á gólvinum.

*Brot úr greinini, sum kann lesast í apríl útgávuni.

Tekstur: Jákup Bogi Joensen
Myndir: Miriam&Janus

𝐅ø𝐫𝐨𝐲𝐚 𝐛𝐞𝐬𝐭𝐮 𝐯ø𝐫𝐮𝐦𝐞𝐫𝐤𝐢 𝟐𝟎𝟐𝟓  – 𝐞𝐢𝐧 𝐝𝐚𝐠𝐮𝐫 𝐡𝐚𝐫 𝐢ð 𝐯𝐢𝐭 𝐟𝐚𝐠𝐧𝐚 𝐟ø𝐫𝐨𝐲𝐬𝐤𝐮𝐦 𝐯𝐢𝐧𝐧𝐮𝐥í𝐯𝐢 Har var ein serligur andi í luftini, tá ið...
06/05/2026

𝐅ø𝐫𝐨𝐲𝐚 𝐛𝐞𝐬𝐭𝐮 𝐯ø𝐫𝐮𝐦𝐞𝐫𝐤𝐢 𝟐𝟎𝟐𝟓 – 𝐞𝐢𝐧 𝐝𝐚𝐠𝐮𝐫 𝐡𝐚𝐫 𝐢ð 𝐯𝐢𝐭 𝐟𝐚𝐠𝐧𝐚 𝐟ø𝐫𝐨𝐲𝐬𝐤𝐮𝐦 𝐯𝐢𝐧𝐧𝐮𝐥í𝐯𝐢

Har var ein serligur andi í luftini, tá ið fólk í føroyska vinnulívinum savnaðust til tiltakið Føroya bestu vørumerki 2025 (FBV). Við vinnulívsfólki, marknaðarfólki, leiðarum og gestum annars varð dagurin eitt savningarstað fyri øll, sum fáast við branding, menning og strategi í Føroyum. Vinnublaðið var á staðnum og fylgdi við frá byrjan til enda. Hetta var ein dagur við íblástri, fakligum lærdómi og – ikki minst – heiðran av teimum vørumerkjum, sum hava staðið seg best í Føroyum.

Tiltakið varð skipað av Brandr og hevði sum endamál at seta fokus á virðið av sterkum vørumerkjum í føroyska samfelagnum. Í dag eru vørumerki ikki bara ein grafiskur samleiki ella ein lýsing – tey eru strategisku styrkirnar hjá einari fyritøku. Tað er eisini júst hetta, sum FBV vil varpa ljós á: Hvussu sterk vørumerki kunnu skapa virði bæði fyri kundar, starvsfólk og samfelagið sum heild.

*Brot úr greinini, sum kann lesast í apríl útgávuni.

Tekstur: Adam Andreasen
Myndir: Lucas Frayssinet

𝐒ø𝐠𝐮𝐟𝐨𝐫𝐭𝐞𝐥𝐣𝐢𝐧𝐠𝐚𝐫 𝐬𝐮𝐦 𝐟𝐥𝐲𝐭𝐚 𝐦ø𝐫𝐤Vit kenna øll 𝑲𝒗𝒊𝒏𝒏𝒖. Blaðið, sum í smá 22 ár hevur myndað og lýst føroysku samtíðarmenta...
05/05/2026

𝐒ø𝐠𝐮𝐟𝐨𝐫𝐭𝐞𝐥𝐣𝐢𝐧𝐠𝐚𝐫 𝐬𝐮𝐦 𝐟𝐥𝐲𝐭𝐚 𝐦ø𝐫𝐤

Vit kenna øll 𝑲𝒗𝒊𝒏𝒏𝒖. Blaðið, sum í smá 22 ár hevur myndað og lýst føroysku samtíðarmentanina, viðgjørt alskyns evni, brotið tabu – og savnað kvinnur úr øllum landinum til tiltøk og undirhald. Í dag eru tað Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen, sum eiga og reka Kvinnu. Útivið hálvtannað ár er nú liðið, síðan Kvinna royndi egið flog, og tá ið tær báðar verða spurdar, hvussu fyrsta tíðin hevur verið, hyggja tær flennandi uppá hvørja aðra:

– Hetta hevur verið ein stuttlig og spennandi – og stundum strævin – ferð. Vit hava lært nógv og eru vorðnar djarvari. Vit eru nú uppaftur sannførdari um, at hetta er tað, ið vit veruliga brenna fyri og áhaldandi vilja arbeiða við at uppbyggja, svara tær næstan við ein munn.

Vit eru í ovaru hæddini í Skeiva pakkhúsi í Havn, har ið Kvinna heldur til. Inni í skrivstovuni húsast fimm kvinnur, sum bæði gera Kvinnu, skipa fyri tiltøkum og arbeiða við samskiftisfyritøkuni TAÐ, sum tær nýliga hava lagt aftur at virkseminum. Tær hava ikki verið á hesum matrikklinum leingi, men hóast tað hava tær longu sett sín dám á hølini. Her kennist bæði arbeiðsligt og heimligt. Her angar av kaffi, tí ein góð kaffimaskina var sjálvandi eitt ‘mást’, tá ið redaktiónin flutti inn. Her er ein fjálgur hugni – plantur, hópin av magasinum, bókum og persónligum lutum fylla rúmið, og víðopna útsýnið yvir havnarlagið í Vágsbotni ger eisini sítt. Her trívast tær – og her livir Kvinna væl.

*Brot úr greinini, sum kann lesast í apríl útgávuni.

Tekstur: Rebekka Manuela Behrens
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

𝐊𝐫𝐚𝐟𝐭𝐚 𝐛𝐣óð𝐚𝐫 𝐚𝐯 á 𝐨𝐥𝐣𝐮𝐦𝐚𝐫𝐤𝐧𝐚ð𝐢𝐧𝐮𝐦Nýggi aktørurin á føroyska gassoljumarknaðinum hevur longu fingið fótin fyri seg og pr...
04/05/2026

𝐊𝐫𝐚𝐟𝐭𝐚 𝐛𝐣óð𝐚𝐫 𝐚𝐯 á 𝐨𝐥𝐣𝐮𝐦𝐚𝐫𝐤𝐧𝐚ð𝐢𝐧𝐮𝐦

Nýggi aktørurin á føroyska gassoljumarknaðinum hevur longu fingið fótin fyri seg og prógvað, at rúm er fyri kapping. Um virksemið skal økjast nógv, verður neyðugt at økja um goymslukapasitetin. Stjórin í Krafta vónar, at onkur skjótt eisini fer at taka kappingina upp á bensin- og dieselmarknaðinum

Síðan 1. juli í fjør hava skip kunnað bunkrað olju frá Krafta Energy – oftast bara kallað Krafta – sum er nýggi leikarin á føroyska oljumarknaðinum. Alt fyri eitt fekst sjón fyri søgn, at tað var rúm fyri fleiri aktørum og meira kapping á føroyska orkumarknaðinum. Í hvussu er, tá ið tað ræður um at veita olju til skip og húsarhald. Høvuðsvirksemið hjá Krafta er at selja olju til skip, og felagið er komið væl frá byrjan.

– Enn hugsavna vit okkum mest um okkara egnu eigarar og aðrar føroyskar kundar. Men Leif fangar eisini nógv útlendsk skip, til dømis norsk, íslendsk, bretsk og donsk, tá ið tey eru her um leiðir, tí skipaferðslan er stór kring Føroyar, sigur Rói Kalsø, stjóri í Krafta.

Leif, sum hann nevnir, er Leif Hovgaard, sum saman við Róa er ein av eigarunum í Krafta, og Leif er eisini stjóri. Eigararnir eru reiðaríini pf. Smyril Line, pf. Farcod (Mortan Johannesen), pf. JFK (Hanus Hansen) og spf. Framherji (Anfinnur Olsen). Hesi eiga hvør síni 20 prosent, umframt Róa og Leif, ið gjøgnum síni feløg, ávikavist spf. Akkord og spf. 380 Consult, sum eiga hvør síni 10 prosent.

– Vit hava eitt rættiliga trygt støði at standa á við tað, at vit hava nakrar eigarar, sum hava álit á konseptinum og okkum, og sum tí keypa frá okkum. Tað grundstøðið er nóg stórt til at halda okkum koyrandi, og síðan snýr tað seg um hjá okkum at fáa bygt meira upp rundan um tað, greiðir Rói frá.

*Brot úr greinini, sum kann lesast í apríl útgávuni.

Tekstur: Ingolf S. Olsen - PRESS
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Adresse

Á Hjalla 40
Hoyvík
188

Telefon

+298235314

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Vinnublaðið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del