Brunsj

Brunsj Beinleiðis útvarpssending hjá KVF leygardag millum kl. 10:05 og 12:00. Eyðfinn Jensen er vertur.

Brunsj bjóðar øllum føroyingum til hugnaligt útvarp hvønn leygarmorgun við beinleiðis samrøðu og tónleiki.

Niels Petersen av Tvøroyri er kendur sum ein sera eldhugaður frásøgumaður innan fótbólt og annan ítrótt. Venjarafelag Fø...
24/06/2023

Niels Petersen av Tvøroyri er kendur sum ein sera eldhugaður frásøgumaður innan fótbólt og annan ítrótt. Venjarafelag Føroya kjósaði hann sum Ársins eldsál í fótbólti í 2012.

Niels er útbúgvin framleiðslutøkningur og lesur í løtuni námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, har hann byrjar á 3. ári aftaná summarferiuna. Niels starvast eisini sum hjálparfólk í barnagarðinum, frítíðarskúlanum og ungdómsklubbanum í Kollafirði.

Í mars 2022 fekk Niels eina Gastric Bypass skurðviðgerð í Danmark, og síðan tá hevur hann tapt seg 55 kilo.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Niels millum annað frá síni bakgrund og uppvøkstrinum á Sevmýru á Tvøroyri. Eisini verður prátað um tíðina á Nørrona eftirskúlanum í Hygum í Danmark, sum varð eitt vendipunkt í lívi hansara.

Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Niels er uppvaksin. Í dag býr hann saman við konu síni, Aud, á Sígnabø.

Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Niels er uppvaksin. Í dag býr hann saman við konu síni, Aud, á Sígnabø.

Jens Jákup Hansen er útlærdur sum snikkari, fjallabjargari og sjónvarpsfotografur og starvast fast á Mentanar-deildini í...
17/06/2023

Jens Jákup Hansen er útlærdur sum snikkari, fjallabjargari og sjónvarpsfotografur og starvast fast á Mentanar-deildini í Kringvarp Føroya.

Jens Jákup hevur altíð kent seg øðrvísi enn onnur, og í januar 2022 fekk hann staðfest ADHD.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Jens Jákup frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Miðvági.

Eisini verður prátað um tíðina, tá hann og Ann komu saman og ymiskar avbjóðingar, sum ADHD hevur havt við sær ígjøgnum lívið.

Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jens Jákup og Ann á Tinghúsvegnum í Havn. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jens Jákup og Ann á Tinghúsvegnum í Havn

Magnus Magnussen er føddur í 1966 á Tvøroyri. Hann er uppvaksin í Fámjin og búsitandi í Havn. Magnus er útbúgvin Bachelo...
10/06/2023

Magnus Magnussen er føddur í 1966 á Tvøroyri. Hann er uppvaksin í Fámjin og búsitandi í Havn.

Magnus er útbúgvin Bachelor of Art í søgu og landalæru á Fróðskaparsetri Føroya, men seinastu fimtan árini hevur hann starvast sum søluleiðari fyri útflutningi hjá Samskip.

Tey allar flestu munnu tó kenna Magnus best í leiklutinum sum vertur fyri Gekkinum í sjónvarpinum hjá KVF.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Magnus frá síni bakgrund og ymiskum stuttligum og áhugaverdum hendingum, ið hava merkt hansara lívsleið.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnusi og Annu í Vallaratúni í Havn. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnusi og Annu í Vallaratúni í Havn.

Mariann Mikkelsen bleiv góðkend til ætlleiðing sum støk, tá hon var 39 ára gomul. Í tíggju ár stóð hon á bíðilista, men ...
03/06/2023

Mariann Mikkelsen bleiv góðkend til ætlleiðing sum støk, tá hon var 39 ára gomul. Í tíggju ár stóð hon á bíðilista, men fyri tveimum árum síðan rakti eydnan, tá hon bleiv mamma til nú fýra ára gomlu dóttrina Akanshu Sofíu, ið er fødd í India.

Mariann er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast á Oyra, nøs og háls deildini á Landsjúkrahúsinum. Hon hevur áður starvast sum sjúkrarøktari í Grønlandi, í Danmark og á boriplatformi í off-shore vinnuni.

Mariann hevur ferðast víða og uppliva nógv í sínum 51 ára langa lívi. Hon hevur verið skiftisnæmingur í USA, gingið á málskúla og ferðast runt í Guatamala, siglt við seglbáti frá Puerto Rico til Thyberøn í Danmark, siglt við sluppunga av Sandi til Svalbard, og við seglbáti runt á Miðjarahavinum.

Mariann er útbúgvin heimaskipari og hevur dykkaraprógv. Hon hevur eisini ferðast og dykkað nógva staðni í heiminum.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum

Ragnhild Ellingsgaard hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla og arbeiðir sum lærari á Skúlatrøð.  Hon er kend frá føro...
28/05/2023

Ragnhild Ellingsgaard hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla og arbeiðir sum lærari á Skúlatrøð.
Hon er kend frá føroyska miðlaheiminum og hevur arbeitt fyri bæði Sosialin, Rás 2 og KVF.
Harumframt er hon javnan frásøgufólk á tiltøkum og festivalum, og so seint sum á jólum var hon vertur fyri stórslignu konsertina Jól við Løkin, ið varð send í sjónvarpinum hjá KVF.
Ragnhild er eisini útbúgvin Joga leiðbeinari, og undirvísur bæði kvinnum og monnum í at linka spenningar í kroppinum.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ragnhild millum annað frá síni bakgrund og frá tíðini, tá hon var partur av kreativa umhvørvinum í Studio Pegasus.
Eisini verður prátað um lærarastarvið og aktuellar avbjóðingar hjá lærarum og næmingum í fólkaskúlanum.

Sent varð beinleiðis úr nýumvældu smáttuni, og fyrrverandi fjósinum, á Vágsheygnum í Klaksvík, har familjan hjá Ragnhild hevur búðleikast í fimm ættarlið. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr nýumvældu smáttuni, og fyrrverandi fjósinum, á Vágsheygnum í Klaksvík, har familjan hjá Ragnhild hevur búðleikast í fimm ættarlið.

Kári Streymoy, ið dagliga starvast sum formaður fyri avskipingini hjá Bakkafrost, hevur eina langa fortíð sum fulltíðar ...
20/05/2023

Kári Streymoy, ið dagliga starvast sum formaður fyri avskipingini hjá Bakkafrost, hevur eina langa fortíð sum fulltíðar tónleikari og trummuspælari í bólkinum TÝR.

Í 2008 fekk Kári ein álvarlsigan skaða í ryggin, eitt disklop, ið skaddi hansara førleikar á trummunum, so hann at enda varð noyddur at gevast í bólkinum.

Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiður Kári frá síni bakgrund og frá uppvøkstrinum á Glyvrum. Eisini verður prátað um tónleik og um lívið sum fulltíðartónleikari á konserterðum í Europa og USA.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kára og Vónbjørt á Nýggjavegi í Runavík. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kára og Vónbjørt á Nýggjavegi í Runavík

Bogi Andreasen er 50 ár, føddur og uppvaksin í Klaksvík, búsitandi í Havn. Hann er útbúgvin námsfrøðingur á Føroya Lærar...
29/04/2023

Bogi Andreasen er 50 ár, føddur og uppvaksin í Klaksvík, búsitandi í Havn.

Hann er útbúgvin námsfrøðingur á Føroya Læraraskúla, og starvast dagliga sum leiðari á millum annað Reinsaríinum og Perluni í Havn.

Harumframt reka Jóhanna og Bogi "Gallarí Havnará", sum húsast í niðastu hædd í húsum teirra.

Bogi er eisini kendur frá politikki, og eitt tíðarskeið var hann varaborgarstjóri í Havn.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Bogi frá síni bakgrund og uppvøkstrinum í Klaksvík. Sum ungur fór hann til skips, og ætlanin var at fara á skiparaskúla og at lesa til skipsførara.

Eisini verður prátað um ymiskar verkætlanir og ymisk tiltøk, sum Bogi hevur verið við til at skipa fyri.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Boga og Jóhonnu í Niels Finsensgøtu í Havn. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Boga og Jóhonnu í Niels Finsensgøtu í Havn

Lív Clementsen er fødd í 1962 í Sandavági, har hon eisini vaks upp. Sum sekstan ára gomul flutti hon til Havnar at arbei...
15/04/2023

Lív Clementsen er fødd í 1962 í Sandavági, har hon eisini vaks upp. Sum sekstan ára gomul flutti hon til Havnar at arbeiða í bókhandli, og síðan 1986 hevur hon búð í Hoyvík.

Lív hevur eitt rættiliga sjáldsamt starv. Hon eigur og rekur eina av bert trimum fyritøkunum í føroyum, sum veita jarðarferðahjálp.

Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Lív frá síni familju og bakgrund, uppvøkstrinum í Sandavági og síni yrkisleið.

Hon hevur millum annað starvast á Posthúsinum, Hotel Hafnia, og Reyni Service, áðrenn hon í 2013 bleiv sjálvstøðugt vinnurekandi.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lív og Hans á Ingibjargargøtu í Hoyvík. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr stovuni hjá Lív og Hans á Ingibjargargøtu í Hoyvík

Martin Mouritsen er føddur í 1955 í Havn, har hann eisini er uppvaksin og búsitandi.Hann er útbúgvin á Det Kongelige Dan...
01/04/2023

Martin Mouritsen er føddur í 1955 í Havn, har hann eisini er uppvaksin og búsitandi.
Hann er útbúgvin á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og spælir klarinett við millum øðrum GHM og Føroya Symfoniorkestri.
Síðan 1986 hevur Martin undirvíst og arbeitt í musikkskúlaskipanini. Í sekstan ár var hann dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, og í dag 1. apríl 2023 hevur Martin 25 ára starvsdag sum stjóri í Musikkskúlanum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Martin frá síni familju og síni bakgrund. Eisini verður prátað um musikkskúlaskipanina og tíðina, tá hann lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen, umframt aðrar upplivingar og onnur áhugamál, sum eru og hava verið partur av lívinum hjá Martini.
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Martini í Blómubrekku í Havn. Eyðfinn Jensen er vertur.

Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Martini í Blómubrekku í Havn

Adresse

Hoyvík

Hvad er åbningstiderne?

10:05 - 12:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Brunsj sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Brunsj:

Del