29/11/2019
Skakandi tilburðir 14
Fjúrtanda bókin í røðini Skakandi tilburðir er komin út.
Bókin er innbundin, 137 blaðsíður og kostar 259 kr.
Í bókini eru 13 spennandi tilburðir úr øllum landinum.
Við frásøgn, myndum og tekning av hendingini livir lesarin seg inn í søgugongdina.
Bókin er lættlesilig og væl egnað til tey, sum ikki lesa so nógv.
Millum annað kann man lesa um:
• søldfirðringur, sum hevur uppplivað fleiri ferðir, at eldur hevur verið í skipum, hann var við
• kvinnu, sum sigur frá skelkandi hending, tá ið hon og drongur hennara vóru tikin útav vegnum í ódnini 1989
• mann úr Runavík, sum bjargaði kakakrógvara í svárastu neyð
• tá Marshall sigldi á land við Lokloysi
• húsfólk siga frá, tá ið ein bilur við miklari ferð rendi á hús teirra í Sandavági á náttartíð
• mann av Válunum, sum hevur bjarga fleiri frá at drukna
• tvørámann, sum bleiv eitraður umborð á ídnaðarskipi
Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini.
Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur bókina út.