Etos: Útvarpssending í Kringvarpinum

Etos: Útvarpssending í Kringvarpinum Etos er nýggj sendirøð, sum er á skránni í útvarpinum hvønn sunnumorgun klokkan 10:05.

Í s

Gestur í Etos er Mona-Maria úr Fugloy. Í 1998 varð hon sjúkrarøktarfrøðingur í Odense.Komin heim til Føroya fór hon efti...
17/10/2022

Gestur í Etos er Mona-Maria úr Fugloy. Í 1998 varð hon sjúkrarøktarfrøðingur í Odense.Komin heim til Føroya fór hon eftir seks árum aftur til Danmarkar og hevur hon arbeitt í sjúkrahúsverkinum, heimatænastuni, eldrarøktini og røktarheimum.

Í 2007 dagførdi hon sína útbúgving til nýggja bachelorútbúgving og tók ein kandidat í sjúkrarøktarfrøði, har fokus var á leiðslu og menning.

Fyri einum ári síðani flutti hon heim til Føroyar og er nú deildarleiðari á heiminum við Vágna við trimum deildum og 24 búfólkum og 46 starvsfólkum.
Mikudagin kl.17:05 í Etos.

Etos sunnudagin klokkan 10:05Er nøkur nytta í etikki? Hví liva etiskt? Hava vit ein etikk fyri at verja okkum móti hvørj...
24/06/2020

Etos sunnudagin klokkan 10:05

Er nøkur nytta í etikki? Hví liva etiskt? Hava vit ein etikk fyri at verja okkum móti hvørjum øðrum, avtalur um ávísa atferð? Ger etikkur okkum til menniskju?

Skal eg sleppa at mynstra av? Evnið í Etos sunnudagin klokkan 10:05 er euthanasi, sum merkir tann góði deyðin.Hvat er ak...
17/06/2020

Skal eg sleppa at mynstra av?

Evnið í Etos sunnudagin klokkan 10:05 er euthanasi, sum merkir tann góði deyðin.

Hvat er aktiv og passiv deyðshjálp? Skal eg sjálv gera av, tá eg vil fara? Er tað ein mannarættur í siviliseraðum samfelag, ella skulu vit altíð velja lívið, tí vit hava øll eitt egið virði?

Korona - orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera ha...
10/06/2020

Korona - orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera har. Og eru vit góð við hvørt annað, so halda vit frástøðu!

Men nú melur næstan alt aftur, og hamstarin er farin inn aftur í hjólið. Súrdeiggið hevur mist mátt og megi, og alt er næstan, sum tað var, ella er tað nú tað?

Kunnu vit longu nú virðismeta hesa tíðina? Eru vit ikki enn mitt í eyganum?

Kunnu vit fyrireika okkum til líknandi støðu aftur ?

Skal samfealgið sleppa at yvirvaka borgaran meira? Hvussu við raðfestingum? Hvussu við okkara rættvísiskenslu? Og okkara rættindum í demokratiska samfelagnum ?

Um vit liva í 80 ár,er so ikki betri at kunna liva í 160 ár ? Evnið í Etos sunnudagin er "transhumana menniskjað" ! Drey...
03/06/2020

Um vit liva í 80 ár,er so ikki betri at kunna liva í 160 ár ? Evnið í Etos sunnudagin er "transhumana menniskjað" ! Dreymurin um ævigt lív, er nú í einum gentøkniligum varianti. Men lata vit so upp eskjuna hjá Pandoru ella kaga vit inn í ein heim, har "størst eydna fyri flest menniskju í flest møgulig ár" er við at verða veruleiki ?

Etos sunnudagin kl.10:05 !Hvør hevur størri virði, rottan ella fliðan ?Evnið er umhvørvisetikkur. Hvørja ávirkan hava vi...
28/05/2020

Etos sunnudagin kl.10:05 !
Hvør hevur størri virði, rottan ella fliðan ?
Evnið er umhvørvisetikkur. Hvørja ávirkan hava vit á livandi verur, djór og landsløg ?

Evnið í Etos sunnudagin kl.10:05 er nándaretikkur. K.E.Løgstrup tosaði um etiska kravið : "Hvat liggur í hesi serstøku s...
20/05/2020

Evnið í Etos sunnudagin kl.10:05 er nándaretikkur. K.E.Løgstrup tosaði um etiska kravið : "Hvat liggur í hesi serstøku støðuni og hvørji krøv kunnu hugsast at vera til staðar" ?

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, fer í sendingini sunnudagin at hugleiða um dygdaretikk.Hvørjar dygdir hevur tann, s...
13/05/2020

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, fer í sendingini sunnudagin at hugleiða um dygdaretikk.

Hvørjar dygdir hevur tann, sum fremur eina gerð? Fyrimyndin fyri gerðini er tann dygdarfulli persónurin, tí aðalmálið er, at menniskjan skal liva eitt blómandi lív.

06/05/2020

Etos verður sunnudagin kl.10:05 !

Tráanin eftir njóting og tráanin at koma sær undan líðing, hvussu skipa vit lívið og samfelagið eftir hesum fortreytum ?
Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi er gestur.

29/04/2020

Sunnudagin 10:05 er evnið "kategoriska imperativið." Um sinnalagsetikk og pliktetikk.

Eru vit við okkara viti og skili okkara egnu lóggevarar?

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í Etos.

21/04/2020

Etos er á skránni sunnudagin klokkan 10:05.

Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, fer at varpa ljós á hugtøkini etikkur og moralur.

Bæði merkja, sum so, siðvenja, men nær tosa vit um etikk og nær um moral?

17/04/2020

Sunnumorgunin byrjar nýggja útvarpssendingin Etos í Kringvarpinum.

Í sendirøðini fara vit at varpa ljós á etikk, hvat etikkur er og hví tað er neyðugt við etiskum leiðreglum í samfelagnum, vit liva í.

Í fyrstu sendingini er evnið korona: Kann eitt menniskjalív gerast upp í pengum? Ella eru vit serstøk, bara tí vit eru menniskju?

Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki, fer at greiða frá í nýggju sendirøðini, Etos, sum Armgarð Arge leggur til rættis.

Fyrstu ferð í útvarpinum nú sunnumorgunin 10:05.

Adresse

Tórshavn

Telefon

+298347500

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Etos: Útvarpssending í Kringvarpinum sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Etos: Útvarpssending í Kringvarpinum:

Del