09/01/2026
Fríggjakvøldið 9. januar 2026.
Gott kvøld góðu dansivinir.😊
So er tað nú kl. 22 at Upp á Tá aftur er í luftini.
Vit spæla júst sum vit plaga tann góða og dansiliga tónleikin. Eisini eru góð lurtaraynski innkomin.
Vit leggja í kvøld fyri við einum røttum gomlum slagara sum vit kenna frá Doodle Bugs, men í kvøld sleppa Contrazt at geva okkum sína fínu tulking av sanginum.
Í kvøld eru sum vant mong, sum dansa saman við Upp á Tá, og tað er altíð hugaligt at vita😊.🕺🎶💃
Her á Facebookvanganum hjá Upp á Tá ber til at fylgja við og síggja hvat er á skrá, og tit eru ógvuliga vælkomin at senda inn lurtaraynskir.
Lurtaraynskir skulu helst verða send okkum í seinasta lagi mikudag, fyri at vera við í sendingini í somu viku. Men vit royna at fáa ynskini við sum skjótast😀
Tit kunnu senda boð her á síðuni, ella við at senda ein teldupost til [email protected]
Við dansibandskvøðu.
Finnur
🕺🎶💃