Nert ikki við

Nert ikki við nert ikki við er útvarpssendingin hjá kvf sum nemur við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í føroyum

ynskir tú at siga tína søgu?í næstum fara vit undir at nerta við harðskap í breiðum høpi. í hesum sambandi leita vit eft...
06/05/2026

ynskir tú at siga tína søgu?
í næstum fara vit undir at nerta við harðskap í breiðum høpi. í hesum sambandi leita vit eftir einum persónligum sjónarmiði, ið ynskir at siga sína søgu. hetta kann vera alt frá likamligum, sálarligum, seksuellum, búskaparligum, materiellum ella talgildum harðskapi somuleiðis eisini stalking.

um tú ynskir at siga tína søgu, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til okkum umvegis instagram ella facebook vangan ella skriva privat til annu.

ynskir tú at siga tína søgu?í næstum fara vit undir at nerta við etingarólag hjá monnum. í hesum sambandi leita vit efti...
01/05/2026

ynskir tú at siga tína søgu?
í næstum fara vit undir at nerta við etingarólag hjá monnum. í hesum sambandi leita vit eftir einum persónligum sjónarmiði, ið ynskir at siga sína søgu.

um tú ynskir at siga tína søgu, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til okkum umvegis instagram ella facebook vangan ella skriva privat til annu.

ynskir tú at siga tína søgu?í næstum fara vit undir at nerta við fátækradømi í føroyum. í hesum sambandi leita vit eftir...
05/01/2026

ynskir tú at siga tína søgu?
í næstum fara vit undir at nerta við fátækradømi í føroyum. í hesum sambandi leita vit eftir einum persónligum sjónarmiði, ið ynskir at siga sína søgu.

um tú ynskir at siga tína søgu, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til okkum umvegis instavangan ella skriva privat til annu ella bjørt.

vit nerta við ung og búskapkanning hjá headspace vísur, at ein av størstu orsøkunum til mistrivna millum ung er búskapar...
25/08/2025

vit nerta við ung og búskap
kanning hjá headspace vísur, at ein av størstu orsøkunum til mistrivna millum ung er búskaparlig viðurskifti. í dag nerta vit við ung og búskap.

vit tosa við annu margit gotved petersen og rókur olsen um teirra búskaparligu viðurskifti og hvussu tað ávirkar tey.

síðani tosa vit við hera á rógvi og hera joensen, búskaparfrøðingar og eigarir av fyritøkuni lóður, um búskaparligu viðurskiftini millum ung og hvussu vit eru endaði her.

vertir eru anna joensen-næs og sálarfrøðingur bjørt lind.

vit nerta við barnaheim“eg veit at um eg ikki hevði runnið vekk, so hevði eg ikki verið her í dag.” í dag nerta vit við ...
31/07/2025

vit nerta við barnaheim
“eg veit at um eg ikki hevði runnið vekk, so hevði eg ikki verið her í dag.” í dag nerta vit við barnaheim.

vit tosa við ingu toftegaard um hennara søgu á barnaheiminum og í fosturfamilju.

vit vendu okkum til barnaverndina, ið ikki svaraði aftur áðrenn freistina og tí hava vit ikki nakað fakligt sjónarmið í dag.

vit hava valt at senda partin kortini, tí vit halda tað er týdningarmikið at inga sleppur at siga sína søgu.

í sendingini í dag tosa vit m.a. um kynsligan ágang og sjálvmorð. um tú stríðist við hetta, kann tað vera hent ikki at lurta.

og um tú stríðist ella kennir onkran, ið stríðist, so er hjálp at heinta. umframt at tosa við vinir ella avvarðandi, ber til at fáa professiónella hjálp hjá eitt nú kommunulækna ella vaktlækna á telefon 1870. tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá sinnisbata. ung fólk kunnu eisini leita sær hjálp og vegleiðing hjá tú og eg ráðgevingini hjá barnabata á telefon 116111.

vertir eru anna joensen-næs og sálarfrøðingur bjørt lind.

vit nerta við vaksin og skermarvit tosa ofta um stóra nýtslu av skermum hjá børnum og ungum og hvussu hetta ávirkar tey,...
15/07/2025

vit nerta við vaksin og skermar
vit tosa ofta um stóra nýtslu av skermum hjá børnum og ungum og hvussu hetta ávirkar tey, men hvussu sær skermnýtslan út hjá vaksnum? eru tey betri ella í veruleikanum líka ring? í dag nerta vit við vaksin og skermar.

vit tosa við turið teitsdóttir um hennara skermnýtslu, bæði sum einstaklingur og mamma.

síðani práta vit við daisy iversen og súsannu í króki úr ssp, um hvussu skermnýtslan hjá vaksnum sær út og hvørja ávirkan hon hevur.

vertir eru anna joensen-næs og sálarfrøðingur bjørt lind.

vit nerta við ótrúskaphví eru vit ótrúgv? kann man vera kensluliga ótrúgvur? hví velja vit at opna okkara parløg? í dag ...
15/07/2025

vit nerta við ótrúskap
hví eru vit ótrúgv? kann man vera kensluliga ótrúgvur? hví velja vit at opna okkara parløg? í dag nerta vit við ótrúskap.

vit tosa við bergtórur h. bjarkhamar, prest, og jónleyg djurhuus, antropolog, um hvat ótrúskapur er og hvørjar tankar tey hava um evnið. síðani virkar bjørt bæði sum sexologur og vertur í sendingini í dag.

í partinum í dag hava vit valt ikki at hava nakað persónligt sjónarmið, men heldur fordjúpa okkum í hvat ótrúskapur merkir og hvørjar hugsanir vit hava um tað.

vertir eru anna joensen-næs og sálarfrøðingur bjørt lind.

vit nerta við veðurlagsóttahvussu ávirkar veðurlagskreppan okkum? hvat skulu vit gera, tá tað kennist sum einki er at ge...
25/06/2025

vit nerta við veðurlagsótta
hvussu ávirkar veðurlagskreppan okkum? hvat skulu vit gera, tá tað kennist sum einki er at gera? hvussu skulu vit bera okkum at, tá óttin um okkara framtíð og veðurlag tekur so nógv yvir, at alt annað kennist líkasælt? í dag nerta við við veðurlagsótta.

vit tosa við kolbrún í haraldsstovu, plantuvistfrøðing og deildarleiðara á plantufrøði deildini á tjóðsavninum um hennara upplivingar við veðurlagsótta.

síðani tosa vit við gitte klein, sálarfrøðing, um hvat veðurlagsótti er og hvussu man viðgerð fyri tað.

vertir eru anna joensen-næs og sálarfrøðingur bjørt lind.

vit nerta við autismuhvørjar fordómar eru áhaldandi um fólk við autismu, bæði í størri høpi og í sosialum samanhangum? h...
25/06/2025

vit nerta við autismu
hvørjar fordómar eru áhaldandi um fólk við autismu, bæði í størri høpi og í sosialum samanhangum? hvat passar og hvat passar ikki? í dag merta vit við autismu.

vit tosa við silviu olsen um hennara upplivingar við autismu.

síðani práta vit við barbaru krossteig, ið eisini hevur autismu og somuleiðis starvast á einum bústovni við fólki, ið hava sálasjúku og sosialar avbjóðingar.

vertir eru anna joensen-næs og sálarfrøðingur bjørt lind.

vit nerta við ættleiðing“eg hugsi mest tá eg fylli. tí tá veit eg eisini sum mamma, at tað gloymir man ikki. tá veit eg ...
11/06/2025

vit nerta við ættleiðing
“eg hugsi mest tá eg fylli. tí tá veit eg eisini sum mamma, at tað gloymir man ikki. tá veit eg í hvussu er, at tað er onkur sum hugsar um meg onkustaðni.” í dag nerta vit við ættleiðing.

vit tosa við mariu daisy konradsdóttir, ið er ættleidd úr india og kom til føroya sum heilt lítil.

síðani práta vit við moniku hjelm rasmussen, leiðara á familjufyrisitingini.

vertir eru anna joensen-næs og sálarfrøðingur bjørt lind.

Adresse

Norðari Ringvegur 20
Tórshavn

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Nert ikki við sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del