Sosialurin

Sosialurin Sosialurin kemur út hvønn fríggjadag. Her á Facebook leggja vit ymsikt tilfar, ið hevur verið í blaðnum.

Durita Viderø Gunnarsson og maðurin Høgni Hammershaimb Andersen hava bygt sær eini hús undir Varða í Havn. Eftir nógv ár...
12/05/2026

Durita Viderø Gunnarsson og maðurin Høgni Hammershaimb Andersen hava bygt sær eini hús undir Varða í Havn. Eftir nógv ár í Danmark eru tey flutt heim. Tað hevði týdning at byrja nýggju tilveruna í einum heimi, sum tey sjálvi høvdu myndað, og tí avgjørdu tey at byggja nýggj hús.

– Vit vóru bæði áhugað í at skapa røttu kensluna, tá vit koma í húsini. Vit ynsktu hugna og eina kenslu av, at hetta er eitt heim og ikki bara eini nýggj hús. Í samstarvi við arkitektarnar, og við íblástri úr bløðum, á netinum og náttúruni, funnu tey útav at teimum dámdi tilfar úr náttúru, tí hava tey eitt nú brúkt træ, linoliumgólv og náttúrulitir í innrættingini.

– Húsini eru veruliga blivin sum vit ynsktu okkum, og vit eru ótrúliga glað. Vit føla, at hóast vit ikki sjálvi hava bygt, so hava vit verið við í allari tilgongdini. Tað hevur alt at siga, at man skilir hvønn annan, og virðir hvønn annan, bæði handverkarar, arkitektar og vit.

Les alla samrøðuna og síggj fleiri myndir í sosialinum 😊

So er tann 17. sosialurin í ár komin.... og har er ein rúgva av spennandi tilfari ;) Tú kann millum annað lesa um, at ei...
08/05/2026

So er tann 17. sosialurin í ár komin.... og har er ein rúgva av spennandi tilfari ;)

Tú kann millum annað lesa um, at eingin upptøka verður í tónlist á Fróðskaparsetri Føroya í ár, tí útbúgvingin í listaligum arbeiði skal spara. Les samrøðuna við Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara í listaligum arbeiði.

Í blaðnum er eisini ein tíðargrein, ið eitur "Vit og vitlíki"... Próvtøkutíðin nærkast, og lærarar geva komandi vikurnar túsundtals ársmet og próvmet í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanum og hægri lærustovnum. Eg tori at pástanda, at ongantíð hevur so stórur ivi verið um metingina sum nú. Hví? Tí tøknin enn einaferð hevur yvirhálað ein stagneraðan skúlaveruleika, men hesaferð við munandi hægri ferð enn áður.

Sjálvandi er Siðsøgan hjá Óla Jacobsen eisini í blaðnum. Hesaferð er yvirskriftin á siðsøguni "Sverri við Albert: Bumbaðir av týskarum"

Og so er Vinnan eisini við. Hesaferð eru byggivinnan og "hús & heim" evnini í vinnuni.
Her hava vit prátað við Kristian Krog Hentze, lærlingur og løgtingsmaður. – Jú, eg ætli mær at gerast liðugur og fáa sveinabrævið sum húsasmiður til heystar. Skjótt fer tingið í summarfrí, og tá tingið kemur saman aftur á ólavsøku, fari eg at royna at finna út av, hvussu læran kann samskipast við tingarbeiðið, sigur hann.

Nú stórt fokus er á bústaðartrot og bústaðarviðurskifti í Føroyum, og Norcon hevur prógvað, at íbúðir kunnu byggjast bíligari, enn vit síggja eitt nú í miðstaðarøkinum, eru nógv áhugað í at tosa við byggifyritøkuna í Vági um bygging. Vit hava tosað við teir, og samrøðuna kanst tú lesa í sosialinum ;)

"Vit hava ongantíð havt so nógvar fyrispurningar sum nú, og tað er næstan ikki dagur, at onkur ikki ringir og spyr um hús" tað sigur Beinir Nolsøe Olsen hjá Brigada hús.

So hava vit verið á vitjan hjá Duritu Viderø Gunnarsson og manninum Høgna Hammershaimb Andersen, sum hava bygt sær eini hús undir Varða í Havn. Eftir nógv ár í Danmark eru tey flutt heim. Tað hevði týdning at byrja nýggju tilveruna í einum heimi, sum tey sjálvi høvdu myndað, og tí avgjørdu tey at byggja nýggj hús. "Tað snúði seg um, hvussu rammurnar til okkara lív skuldu vera. Tilgongdin var sera góð og lærurík, og endaliga úrslitið er nógv ment, samanborið við har sum vit byrjaðu". Les samrøðuna og síggj myndirnar í blaðnum :)

"Eingin ger nakað einsamallur" sigur stjórin í J&K Petersen, Sigtór A. Petersen, sum ásannar, at hesi árini hava verið strævin, men at tey í felagnum eru ógvuliga væl nøgd við tað, sum er rokkið.

Eisini hava vit tosað við stjóran í Articon, Sunnvard Andreasen. - Tá vit hava ein stóran pakka, er vanligt, at vit heita á aðrar fyritøkur og veitarar um at hjálpa okkum. Hetta ger, at fleiri fáa nakað burturúr, og hetta ger tað eisini nógv stuttligari at arbeiða, sigur hann.

Heidi Mortensen er útbúgvin innanduraarkitektur og sniðgevi. Hon heldur, at tað týdningarmesta tá fólk skulu innrætta húsini hjá sær, er at tey seta sín persónliga dám á heimið. Les hvat annað hon sigur í vinnuni, ið er í sosialinum hesa vikuna :)

Á heysti í fjør boðaði Lív frá, at samtakið var farið inn á leiguíbúðamarknaðin. Lív fór undir at fyrireika verkætlanirnar eftir at P/f Fakfelag keypti helvtina av samtakinum í 2016, og nýggj íløguætlanin bleiv gjørd. – Kundarnir hjá okkum skulu hava eitt avkast, tað er tað vit koyra eftir, sigur Arnfinnur Gudjónsson sum er íløguleiðari hjá LÍV.

Sum tit síggja, so er ein rúgva av og góðum samrøðum, søgum og spennandi lesnaði í sosialinum hesa vikuna - gott vikuskifti :)

Johild var mamma løgmann – og nú er hon omma løgmann. - Eg eri ikki ovfarin av, at ommusonurin endaði á ovastu rók sum l...
23/04/2026

Johild var mamma løgmann – og nú er hon omma løgmann.

- Eg eri ikki ovfarin av, at ommusonurin endaði á ovastu rók sum løgmaður við øllum teimum góðu eginleikunum, hann hevur, og eg biði eftir, at alt fer at gangast væl. Jú, eg eri sera errin av at vera omma løgmann, eins og eg hesi árini havi verið sera errin av at vera mamma løgmann, sigur Johild Johannesen, sum í samrøðuni ikki dylur, at ommusonurin eftir hennara tykki er í skeivum flokki.

Hon ásannar eisini, at tað er eitt sindur serstakt, sum hon tekur til, at hon nú er mamma nýggja fíggjarmálaráðharran og omma løgmann.
- Hóast eg altíð havi verið og framvegis eri javnaðarfólk, havi eg altíð lurtað væl eftir ommusoninum, tá hann hevur verið við í politiskum kjaki, tí eg veit, at hann er skilagóður og vil øllum tað besta, sigur Johild, sum í sínari tíð eisini fylgdi Beiniri í býráðsarbeiðnum í Klaksvík.
Og omman leggur aftrat:
- Nei, eg hevði ikki funnið uppá at svikið javnaðarhugsjónina á einum vali, men tað merkir sjálvsagt ikki, at eg ikki eri líka góð við Beinir fyri tað, sigur Johild Johannesen.

Øll hendan greinin kann lesast í sosialinum, sum fæst til keyps og kann lesast á netinum :)

Nýggjur sosialur fæst til keyps ;) Sjálvandi skriva vit um politik - les millum annað: Tað fyrsta verður at lækka oljupr...
20/04/2026

Nýggjur sosialur fæst til keyps ;)

Sjálvandi skriva vit um politik - les millum annað: Tað fyrsta verður at lækka oljuprísin... Tað eru so nógv mál í samgonguskjalinum, sum hoyra til fíggjarmál, men eitt tað allar fyrsta, sum eg fari at gera, tí tað hevur so stóran skund við teimum høgu oljuprísunum orskaða av krígnum í Iran, er at lækka oljuavgjaldið í eitt avmarkað tíðarskeið, so tað verður bíligar at fylla sær tangan heima við hús og at keypa bensin og diesel. Tað sigur nýggi lands­ stýrismaðurin við fígg jar­ málum, Aksel V. Johannesen.

"Nú fara vit til samráðingarum at vita, hvat vit kunnu røkka í ríkisfelagsskapinum, sigur nýggi landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum" Bárður á Steig Nielsen.

Johild var mamma løgmann – og nú er hon omma løgmann :) Og sum hon sjálv ásannar, so er tað eitt sindur serstakt, sum hon tekur til, at hon nú er mamma nýgg ja fígg jarmálaráðharran og omma løgmann.

Men í blaðnum er sjálvandi eisini annar lesnaður. Millum annað hevur Listafólkasamband Føroya, stytt LISA, fingið nýggja nevnd og nýtt forfólk eftir aðalfundin í mars.

Tórshavnar kommuna hevur lagt umhvørvis­ politikkin fram.

Vit hava verið í Bø, har hjúnini Jenny og Heri Guttesen reka matstovuna Fjósið. Í Fjósinum hevði Heri mjólkineyt, men tað var neyðugt at tillaga virksemið við neytunum, og tí stóð fjósið órøkt í nøkur ár. Heri og Jenny vildu ikki lata tað forfalla og fyri at fíggja kostnaðin til umvælingarnar av fjósinum, hava tey latið matstovu upp. Tey leggja seg eftir at at brúka egnar rávørur, og tilfeingi í nærumhvørvinum.

Birgir Kruse hevur verið í Klaksvík, har hann hevur loyst bilett at føra okkum aftur til tónleikaumhvørvið hjá Teimum av Kamarinum í Conradsbrekku í Havn. Les meir um konsertina í blaðnum :)

Afturat øllum hesum er sjálvandi Siðsøgan hjá Óla Jacobsen, spurnaðarkapping, finn fimm feilir, ítróttur og nógv annað ;)

So er aftur fríggjadagur, og tá fæst ein nýggjur sosialur til keyps 😊og aftur hesaferð er nógv spennandi at lesa í blaðn...
27/03/2026

So er aftur fríggjadagur, og tá fæst ein nýggjur sosialur til keyps 😊og aftur hesaferð er nógv spennandi at lesa í blaðnum 😉

10823 ferðir Sjúrður Skaale. Soleiðis ljóðar yvirskriftin á greinini um fólkatingsvalið... Fyri fyrstu ferð síðani 1981 eru báðir fólkatingslimirir afturvaldur. Hesaferð slóu bæði Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale øll met.

Fríggjadagin í síðstu viku var fráfaringarsamkoma á Sjóndeplinum - hetta í sambandi við, at Karin Kass, leiðari og Jóhan Petur Nielsen, bókhaldari høvdu valt at leggja frá sær. Bæði hava tey verið í hesum starvum síðani 1997, umframt at Karin hevur starvast har undan tí, og samanlagt hevur verið á sjóndeplinum í 32 ár.

Seinastu trý árini hevur Súsanna Holm rikið handilin Kvivikknit, sum navnið ber boð um, er handilin staðsettur í Kvívík og selur bundnar vørur. Súsanna leggur seg eftir at hava vørur sum eru bundnar eftir føroyskum bindisiði, og at skipa ein góðan felagsskap millum mongu bindikonurnar sum eru knýttar at handlinum. Tú kanst lesa alla samrøðuna í blaðnum 😊

- Tað skal verða bíligt at búgva í lestrarbústøðunum – ja, hetta skal vera bíligasta staðið hjá lesandi at búgva í. Hetta verður fyrsta staðið, tú flytir í, tá tú flytir heimanífrá, og vit síggja fram til, at her verður ymiskt úrval av íbúðum, soleiðis at her bæði kunnu búgva einstaklingar og pør við barni ella børnum, sigur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Tvede Zachariasen.

Alt hetta og nógv afturat er at lesa í blaðnum í dag 😊

– Eg eri full av takksemi, sigur Maria Winther Olsen, sum hevur lagt sendingina til rættis saman við pápa sínum Per Zach...
23/03/2026

– Eg eri full av takksemi, sigur Maria Winther Olsen, sum hevur lagt sendingina til rættis saman við pápa sínum Per Zachariassen og starvsfólkum í Kringvarpi Føroya.
– Tað er rørandi og stuttligt at hava verið við til at g jørt onkran mun í Føroyum, sigur hon.
Men at móttøkan fór at blíva so positiv, hevði Maria ikki væntað, tá tey fóru í holt við at fyrireika sendingina í fjør.
– Eg visti, vit høvdu røttu ingrediensurnar til eina góða sending. Serliga tí tey seks ungu vóru so dugnalig, og tað sama við tónleikarunum. Samstundis visti eg, at vit øll í framleiðslutoyminum høvdu gjørt okkum ómak. So fyritreytirnar fyri einum góðum úrsliti vóru uppá pláss.
– Men eg hevði onga hóming av, at vit skuldu blíva bombarderað við so nógvum rósi. Og at Hoydalar fór at savna so nógv­ar familjur framman fyri sjónvarpinum. Tað helt eg ikki, man kundi longur. So tað er ótrúliga stuttligt at vera vitni til nú, sigur hon.

Les samrøðuna við Mariu Winther Olsen í sosialinum, sum fæst til keypt í handlum og á netinum 😊

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Fríggjadagur er - og tað merkir at ein nýggjur sosialur er komin 😊Í blaðnum hesa vikuna kanst tú millum annað lesa um at...
20/03/2026

Fríggjadagur er - og tað merkir at ein nýggjur sosialur er komin 😊

Í blaðnum hesa vikuna kanst tú millum annað lesa um at í nýggju bókini “Politiið í Føroyum í 21. øld” lýsir Føroya Politistafelag gongdina hjá politinum frá 1999 og fram til í dag.

Les um at Føroyar hava minsta arbeiðsloysi í Evropa. Arbeiðsloysið í Føroyum er eitt prosent. Bæði kvinnurnar og menninir hava lutfalsliga minsta arbeiðs­ loysi í Evropa. Arbeiðsloysið er størst í yngsta aldursbólkinum.

Vit hava prátað við Mariu Winther Olsen. Tað er øðrvísi at arbeiða við pápa sínum enn við øðrum. Eg havi skulað lært at seta tað persónliga til síðis, sigur Maria um tilgongdina at gera Hoydalar. Hóast tað var strævið, so hevur tað eisini verið mennandi fakliga og persónliga at gera sendirøðina :)

Eisini kanst tú lesa samrøðu við Rannvá Álaberg. Sum barn dugdi Rannvá Álaberg ikki at ímynda sær, at hon skuldi arbeiða við øðrum enn seyming og tónleiki, og á sumri á fjør setti hon seymistovuna RÁvøra á stovn.

Kendi danski politiski viðmerkjarin, Hans Engell, hugleiðir um danska fólkatingsvalið. Hann metir um stjórnarmøguleikar í Danmark eftir valið. Hann metir, at Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðfrú – saman við Moderatunum hjá Lars Løkke Rasmussen, SF og teimum Radikalu. Les alla hugleiðingins í blaðnum :)

Eisini hevur Birgir Kruse ummælt filmin "Birita", sum er sýndur CPH:DOX stevnuni.

Afturat øllum hesum eru sjálvandi síðurnar við quiz, finn fimm feilir - og so sjálvandi kanst tú eisini lesa um politik í blaðnum hesaferð :)

Hetta spennandi blaðið fæst til keyps bæði í handlunum og á netinum ;)

Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti 😊

Í dag verður enn ein nýggjur sosialur at fáa - bæði í handlunum og á netinum 😊Millum annað kann lesast um at stóru flokk...
13/03/2026

Í dag verður enn ein nýggjur sosialur at fáa - bæði í handlunum og á netinum 😊

Millum annað kann lesast um at stóru flokkarnir kunnu allir semjast um, at pen­sjónsaldurin skal hækka soleiðis, sum samtykt varð í 2018. Tá verður 70 ára pensjónsaldurin útsettur til 2053.

Vit hava skift orð við Jóhan K. Joensen, sum rekur fyritøkuna, Hans Egil Joensen & Synir á Eiði, og teir hava landað útróðrarbátar á Eiði í meira enn 30 ár.

Á ítróttarsíðunum kanst tú millum annað lesa um at tað var avtalað, at Føroyar í Sameindu Emiríkjunum skuldu spæla vinadystir ímóti Singapor og heimaliðnum. Nú eru hesir báðir dystirnir avlýstir. So spenta støðan í miðeystri órógvar føroyskan fótbólt.

Fleiri borgarar hava seinasta árið vent sær til Etiska
ráðið við ymsum spurningum og ivamálum. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Etiska ráðnum fyri 2025, sum er liðug og útkomin. Spurningarnir eru av sera ymsum slagi og fevna víða. Les meir í blaðnum :)

Eisini hava vit vitja Johnny Nón, sum eigur eina framsýning av flottum bilum. Seinastu árini hevur hann restaurerað og umbygt fleiri av sínum egnu bilum.

Trygvi Danielsen byrjar grein sína um leikin SKEIVUR soleiðis: Lat meg siga tað beinanvegin: Um tú ikki hevur sæð sjónleikin SKEIVUR, skalt tú leggja hetta ummælið til viks og leita atgongumerkini fram á netinum. Beint nú. Tað viðmæli eg øllum. Talan er um eina heilt serstaka leiklistarliga uppliving, og tað er hon av fleiri orsøkum... Les alla greinina í Sosialinum hesa vikuna :)

Og so eru sjálvandi síðurnar við Siðsøguni hjá Óla Jacobsen, quiz, finn fimm feilir og so nógv afturat ;)

Blaðið fæst til keyps bæði í handlunum og á netinum - gott vikuskifti 😊

Hesa vikuna er lestrarblaðið við í sosialinum 👏👏
12/02/2026

Hesa vikuna er lestrarblaðið við í sosialinum 👏👏

So er ein nýggjur Sosialur at fáa 😊Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti og góðan lesihug ☺️
30/01/2026

So er ein nýggjur Sosialur at fáa 😊
Vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti og góðan lesihug ☺️

Tór Karlonsson Winther og Malla Kristina Martinsdóttir, sum er ættaður úr Vágum, búgva í Skopun, og tey eiga tvey børn. ...
12/01/2026

Tór Karlonsson Winther og Malla Kristina Martinsdóttir, sum er ættaður úr Vágum, búgva í Skopun, og tey eiga tvey børn. Tór er útbúgvin rør-og blikksmiðjur, og hann hevur fingist við nógv ymiskt innan sína yrkisgrein, síðan hann gjørdist sveinur í 2012.

Eg havi ongantíð verið sjómaður, og sum blaðungur fór eg ikki til skips, sum fleiri aðrir. Foreldrini hildu, at eg gjørdi best við fyrst at fáa mær eina útbúgving, og eg fór í læru sum rør-og blikksmiður.

Í fjør vár hevði hann hug at royna okkurt nýtt, og nú bar leiðin til sjós, har hann fekk starv umborð á Norrønu sum assistentur innan sína yrkisgrein undir leiðslu av 1. meistaranum umborð.

Les samrøðuna við Tór Karlonsson Winther í Sosialinum 😊

Adresse

Tórsgøta 1
Tórshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sosialurin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Sosialurin:

Genveje

Del

Type