Spark Media

Spark Media Við at spæla eftir sosialu spælireglunum, fært tú kundar, ið hava hug at vija teg. Vit framle

04/11/2021

Knípir tað við at finna tíð til at planleggja, skriva, finna myndir, síggja heildina – og ivast tú í, um alt nú hongur saman sum ein heild? 🤯

Og hvussu sær tykkara Instagram út?🙈 – Ein rótikassi heldur enn ein lekkur, kveikjandi sýnisgluggi?

Vit vita tað!

Ongin kann og dugir alt🤷‍♀️

Lat okkum hjálpa tær við tínum sosialu miðlum, so tú kanst hugsavna teg um alt hitt, ið skal til fyri at reka eina fyritøku.

Hvat fært tú burturúr?
🎄 Tíð og frið í sálina
🎄 Ein vakran og professionellan sýnisglugga á Instagram
🎄 Eina virkna síðu á bæði Instagram og Facebook
🎄 Størri útbreiðslu
🎄Tínir fylgjarir fara at elska at fylgja tær 🤩

Vit eru tín talgilda jólahjálp, so kanst tú hugsavna teg um tínar kundar!

Ring 21 39 39 ella send-post til [email protected] fyri at koma í gongd nú til jóla

Facebook hevði sítt stórsta krasj í gjár síðan 2008. -Tá høvdu tey einans 80 mill brúkarar, í dag hevur Facebook 3 mia b...
05/10/2021

Facebook hevði sítt stórsta krasj í gjár síðan 2008. -Tá høvdu tey einans 80 mill brúkarar, í dag hevur Facebook 3 mia brúkarar.

Krasjið sigst at verða komið av einum DNS feili, ið førdi við sær at Facebook, Instagram og Whatsapp var óvirkið í heili 6 tímar.

Vilt tú vita meira um krasjið kanst tú lesa her👇

Facebook, Instagram and WhatsApp were offline for more than six hours on Monday.

Kom og ger tað lættari og stuttligari hjá okkum øllum at finna føroyskt tilfar á netinum🇫🇴Av tí at Føroyar eru lítlar og...
01/07/2021

Kom og ger tað lættari og stuttligari hjá okkum øllum at finna føroyskt tilfar á netinum🇫🇴

Av tí at Føroyar eru lítlar og føroyska málið er so serstakt, kunnu vit skapa okkara egnu tags, og okkara egnu rák við eitt nú hashtags😎

Hvat eru hashtags? 🧐
Hashtags eru symbolliseraði við # og er ein bólking av uppsløgum á sosialum miðlum. Tey vóru upprunaliga nýtt av Twitter. Í dag er Instagram miðilin vit vanliga seta í samband við hashtags

Hugsa um # sum eitt alment myndaalbum.
Jú fleiri myndir hava eitt ávíst #, verri er tað at finna aftur😕

Hevði tað ikki verið snilt at nýtt føroysk hashtag til føroyskt tilfar, sum bara vit skilja, heldur enn at nýta útlendsk, har okkara tilfar allarhelst druknar í mongdini alíkavæl?🇫🇴

Hvørji hash-tags brúkar tú nógv? Skriva tey her, so vit øll kunna njóta gott av tí

Tað besta kameraði er tað man hevur uppiá sær.Sitat:  Tí hava vit verið á skeið hjá Beintu og Maria Winther Olsen  í at ...
09/06/2021

Tað besta kameraði er tað man hevur uppiá sær.
Sitat:

Tí hava vit verið á skeið hjá Beintu og Maria Winther Olsen í at gera film við fartelefon🎥📱

Kenna tit danska orðatakið „Skomagerens børn går altid med hullede sko“? Hetta er kanska ein eitt sindur positivur trupu...
08/06/2021

Kenna tit danska orðatakið „Skomagerens børn går altid med hullede sko“?

Hetta er kanska ein eitt sindur positivur trupulleiki á tann hátt, at tað jú merkir, at vit hava ikki tíð at taka okkum av til dømis okkara egnu sosialu miðlum🙈

Men NÚ hava vit endiliga lappað okkara egnu skógvar, hóast einfaldir👢

Vælkomin at vitja og fylgja á Instagram og skeita inn a heimasíðu🙌
.fo

Hvussu ger man eitt fríkst, autentiskt, tíðarhóskandi, sosial-miðla búmerki, sum eisini er í eygnahædd?Tað veit eg ikki....
08/06/2021

Hvussu ger man eitt fríkst, autentiskt, tíðarhóskandi, sosial-miðla búmerki, sum eisini er í eygnahædd?
Tað veit eg ikki. Men tað hevur .fo a megnað til UG 👌

Síggja tit at A’ið er deili-ikonið hjá Instagram?

Uppeftir - Far á flog - Sosialir Miðlar er inntrykkið av búmerkinum.

Faktiskt eri eg blivin ordeliga góð við búmerkið, hóast eg í fyrstani ikki visti hvat eg helt. -Tað er jú langt frá tí upprunaliga.

Eri SO glað fyri úrslitið. Hevði aldrin komið til tað sjálv.

Túsund takk Sniða 🙏

13/02/2021

Nýggi sosiali miðilin CLUBHOUSE vaksur við 𝒇𝒖́𝒌𝒂𝒏𝒅𝒊 𝒇𝒆𝒓ð. Fór upp um 6️⃣ mió. brúkarar fyrst í februar og er mett at vera vert 1️⃣ mia. $$$ (Instagram hevði 25 mió. brúkarar tá Facebook keypti tað fyri 1 mia. $ í 2012)

Talan er um 𝐒𝐎𝐒𝐈𝐀𝐋𝐓 𝐑𝐀𝐃𝐈𝐎 ella beinleiðis-sosialt-podkast, ið verður lýst soleiðis:

"Clubhouse is a new type of social network based on voice—where people around the world come together to talk, listen and learn from each other in real-time."

Áhugaverdur miðil – fyribils bert á iOS (iPhone) og eksklusivt at sleppa inn, tí tað er invite-only. Og man sleppur bert at bjóða nøkrum fáum inn, men fleiri føroyingar eru nú slopnir inn. Eg havi roynt tað í nakrar vikur nú. Áhugavert at finna allar hugsandi áhugabólkar at kjakast við ella lurta eftir.

So um tú fert inn á https://www.joinclubhouse.com og tekur appina niður, so kann tað vera at onkur av tínum vinum, sum er sloppin inn, lovar tær inn um. Eg skal nokk bjóða, um eg fái fráboðan um tað.

Rekur tú nethandil?Kunning frá Jákup Brúsá
20/01/2021

Rekur tú nethandil?
Kunning frá Jákup Brúsá

Nógvir nethandlar hava seinastu vikurnar havt avbjóðingar við, at kundar ikki fáa goldið. 💸💸💸
(👇Niðanfyri er ein vegleiðing til Shopify eigarar👇)

Hetta kemst helst av, at á nýggjárinum komu nýggjar reglur í gildi, sum krevja at netkeyp í EU skulu váttast við SMS-kotu (sonevnda PSD2 fyriskipanin). ➡ Vit kenna tað nokk mest sum 3D-Secure = tá tú hevur skriva títt gjaldskort inn, verður tú biðin um at vátta títt keyp við eini SMS-kotu sent til telefonnummarið knýtt at gjaldskortinum.

🛍HVAT SKAL EG GERA?🛒
Hevur tú Shopify nethandil (ca. 50 føroyskir nethandlar brúka Shopify)? 3D secure riggar ikki við innbygda gjaldsrútinum hjá Shopify, so tú mást seta gjaldsháttin upp eitt sindur øðrvísi.

1️⃣ Far inn á Settings

2️⃣ Vel 'Payments'

3️⃣ Allarhelst hevur tú tína gjaldsloysn sett upp sum 'Third-party providers' (við Quickpay, Dibs, Bambora e.a.) – tú skalt strika tað og velja 'Choose alternative payment' ístaðin.

4️⃣ Har velur tú títt gjaldsportur (gateway – t.d. Quickpay). Fyri Quickpay verður tú biðin um 'Agreement ID' og API key, sum tú finnur inni á tínum Quickpay brúkara.

Hetta merkir, at kundar vera víðaristillaðir til gjaldsrútin hjá tínum gjaldsportri. Men so riggar hjá tínum kundum at vátta sítt keyp. Hetta krevur tó, at øll, sum vilja keypa á netinum, skulu melda seg til 3D-secure hjá sínum banka.

Hevur tú tørv á hjálp, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð. 🙂

05/01/2021

Er tað stríggið at røkja tínar sosialu miðlar, so les víðari⬇️

~Umsiting av sosialu miðlum fyri smáar og miðalstórar fyritøkur

Stutt lýsing:
💡Vit gera eina strategi fyri næstu 3 mánaðirnar,

📍koma út til tykkum at sita 1-2 ferðir um mánaðin- so vit fáa tað feskasta við.

📸Taka myndir, gera lýsingar, og "ikki lýsingar"

síðan posta vit for livet løs💥

Alt gjørt fyri teg!

Samband: tlf 21 39 39 ella [email protected]

Adresse

Vestara Bryggja 15
Tórshavn
100

Telefon

+298 213939

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Spark Media sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del