Bókaklubbin

Bókaklubbin Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri børn og ung 📚 Limir fáa 7 bøkur um árið. Tað kostar einki at vera limur í Bókaklubbanum.

Frá 0 ár og til ungdóm 🌟 Tað er ókeypis at vera limur, og limir kunnu harumframt keypa bíligar, føroyskar bøkur á www.bokaklubbin.fo 💫

Í 1986 var Bókaklubbin settur á stovn við tí endamáli at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar 📚

Við Bókaklubbanum fært tú ALTÍÐ eina bók, sum hóskar JÚST til tín. Teknar tú barnið hjá tær, sum lim í Bókaklubbanum, fært tú fyrstu klubbabókina ókeypis. Tú rindar einans fyri bøkurnar, sum tú fært. Flutningurin er ókeypis - eisini fyri limir kring heimin. BankNordik og Smyril Line stuðla.

Sterkar, stuttligar og djarvar gentur hava høvuðsleiklutin í hesum bókum! 💫💪🌼
29/09/2026

Sterkar, stuttligar og djarvar gentur hava høvuðsleiklutin í hesum bókum! 💫💪🌼

🔥 Bøkur til rokaligar dreingir 🔥Ævintýr ✅Action ✅Humor ✅Limir í bókaklubbanum kunnu bíleggja allar bøkurnar fyri klubbap...
17/09/2026

🔥 Bøkur til rokaligar dreingir 🔥
Ævintýr ✅
Action ✅
Humor ✅

Limir í bókaklubbanum kunnu bíleggja allar bøkurnar fyri klubbaprís og við ókeypis útbering á bokaklubbin.fo !🤩

«Øll føroysk børn eiga at hava møguleika og atgongd at lesa góðar føroyskar bøkur, sama hvar í heiminum tey búgva. Vit s...
16/09/2026

«Øll føroysk børn eiga at hava møguleika og atgongd at lesa góðar føroyskar bøkur, sama hvar í heiminum tey búgva. Vit síggja, at áhugin millum limir uttanlands heldur fram at vaksa, og tí fegnast vit um, at Føroya Banki heldur fram sum høvuðsstuðul,» sigur Sigfríður Sólsker, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Føroya Banki heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Bókaklubbanum 🤝

Føroya Banki og Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags hava longt stuðulssamstarvið, og Føroya Banki heldur fram sum høvuðsstuðul. Stuðulin tryggjar, at øll føroysk børn, sum búgva uttanlands, kunnu fáa føroyskar bøkur sendar heim fyri sama prís sum børn í Føroyum.
Eitt av høvuðsendamálunum hjá Bókaklubbanum er at geva børnum atgongd til góðar, spennandi og viðkomandi bøkur á føroyskum.

«Øll føroysk børn eiga at hava møguleika og atgongd at lesa góðar føroyskar bøkur, sama hvar í heiminum tey búgva. Vit síggja, at áhugin millum limir uttanlands heldur fram at vaksa, og tí fegnast vit um, at Føroya Banki heldur fram sum høvuðsstuðul,» sigur Sigfríður Sólsker, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Samstarvið byrjaði í 2016 og fevndi tá bert um útisetabørn í Danmark. Tá vóru bert fáir limir uttanlands, men síðani er talið vaksið munandi. Í dag eru fleiri enn 302 børn, ið eru búsitandi uttan fyri Føroyar, limir í Bókaklubbanum og fáabøkur sendandi sjey ferðir um árið.

«At lesa hevur stóran týdning fyri málmenningina hjá børnum, og tí halda vit tað vera umráðandi, at føroysk børn uttanlands hava somu atgongd til føroyskar bøkur sum børn í Føroyum. Tað gleðir okkum at síggja, at nógv fleiri børn uttanlands fáa føroyskar bøkur í dag enn fyri nøkrum árum síðani,» sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka.

Umframt stuðulin til útisetabørn hevur Føroya Banki eisini seinastu árini latið øllum børnum, ið byrja í 1. flokki, eina bókagávu.

Gerst limur í Bókaklubbanum - og fá fyrstu bókina ókeypis! Við Bókaklubbanum fært tú ALTÍÐ eina bók, sum hóskar JÚST til...
31/08/2026

Gerst limur í Bókaklubbanum - og fá fyrstu bókina ókeypis!

Við Bókaklubbanum fært tú ALTÍÐ eina bók, sum hóskar JÚST til tín. Teknar tú barnið hjá tær, sum lim í Bókaklubbanum, fært tú fyrstu klubbabókina ókeypis. 😊

Tá bøkur eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum fáa børn góðar søgur. Tey fáa eisini mál, hugflog, nærveru og lesih...
28/08/2026

Tá bøkur eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum fáa børn góðar søgur. Tey fáa eisini mál, hugflog, nærveru og lesihug. 📚💞

26/08/2026

Nýggjasta umfari av bókum er á veg. 🥰
Áðrenn næsta vika er av, hava allir limir í Bókaklubbanum fingið eina nýggja, spennandi bók! 📚

Mín lítla góðanáttsangbók 🎶😴🦉Ein góðanáttsøga við róligum klassiskum løgum og vøkrum myndum, sum eru sissandi at lesa áð...
25/08/2026

Mín lítla góðanáttsangbók 🎶😴🦉

Ein góðanáttsøga við róligum klassiskum løgum og vøkrum myndum, sum eru sissandi at lesa áðrenn songartíð.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.
Bókin er á veg út til limir, sum eru 0-2 ár. Hevur tú longu fingið tína? 😊

Ferðin til Kongurvág 🕸Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verð...
05/08/2026

Ferðin til Kongurvág 🕸

Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …
Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.

Ferðin til Kongurvág er ein spennandi, ævintýrkend søga um vinalag, ótta og dirvi. Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.
Ferðin til Kongurvág fer til limir í Bókaklubbanum, sum eru 7-9 ár, seinni í august. ☀

Tjørnin 💦Tá Fípa og Spógvi finna eina ókenda kullu mitt í garðinum, broytist alt. Trantklukkur og túsundbein, ein óstýri...
05/08/2026

Tjørnin 💦

Tá Fípa og Spógvi finna eina ókenda kullu mitt í garðinum, broytist alt. Trantklukkur og túsundbein, ein óstýrilig kópakonustandmynd, eitt loyndarfult spøkilsisbarn og frekir grannar eru bara nøkur av teimum undrunum, sum koma undan kavi, tá vinirnir taka spakarnar fram.

Tjørnin er ein botnleys og hugtakandi søga um forvitni, óansni, leiðslu og manglandi leiðslu, men ikki minst um okkara samband við okkara egnu ætt og øll hini, sum vit deila nærumhvørvið við. Hetta er ein bók til náttúrubørn í øllum aldri.

Rán Flygenring hevur skrivað og myndprýtt, Sanna A. Dahl hevur týtt úr íslendskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Tjørnin fer til limir í Bókaklubbanum, sum eru 3-6 ár seinni í august. 🌞

Ódjórini 🌙Abdi (13) og lítlasystirin Alva flýggja ígjøgnum skógin. Tey flýggja undan ókendum ódjórum, sum drepa uttan áv...
04/08/2026

Ódjórini 🌙

Abdi (13) og lítlasystirin Alva flýggja ígjøgnum skógin. Tey flýggja undan ókendum ódjórum, sum drepa uttan ávaring, og undan menniskjum, sum eru sinnað at gera næstan hvat sum helst fyri at yvirliva. Hvønn kunnu tey líta á? Og hvussu skulu tey finna eitt trygt stað at vera?

Ingvild Bjerkeland hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Ódjórini fer til limir í Bókaklubbanum, sum eru 10 ár og eldri, seinni í august.

Adresse

á Hjalla 7B
Tórshavn
100

Åbningstider

Mandag 08:00 - 16:00
Fredag 08:00 - 16:00

Telefon

+298235776

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Bókaklubbin offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Bókaklubbin:

Genveje

Del

Kategori