Bókadeild Føroya Lærarafelags

Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókadeildin er forlag, ið gevur út barna- og ungdómsbøkur, barnabløðini Strok og Píka7 og Skúlablaðið

22/09/2025

🤪 Wimpy Kid – Dagbókin hjá einum vussi HUNDALÍV☀️ Fer út til klubbalimir 8-12 ár skjótt 🥳

19/09/2025

👧Pippi skipar fyri útferð! Fer út til klubbalimir 4-7 ár síðst í september 💪🧺🌳

18/09/2025

🐘 Fívil – Leita og finn DJÓR 🦁🦋🐒 Fer út til klubbalimir 2-3 ár síðst í september 🫶

Nýggir og spennandi krabbar og krossfiskar eru komnir 🤩🦀Krabbarnir hesa ferð eru:🏕️ Eitt skrímsl svevur í tjaldi💇🏻‍♀️ Há...
18/09/2025

Nýggir og spennandi krabbar og krossfiskar eru komnir 🤩🦀

Krabbarnir hesa ferð eru:
🏕️ Eitt skrímsl svevur í tjaldi
💇🏻‍♀️ Hárut fakta
⚔️ Anda-átari 1 – Eitt neyðarróp
👻 Spøkilsisvinur – Dukidreygur

Krossfiskarnir hesa ferð eru:
🌊 Krypto 6 – Sokkin
👩 Venja 1 – Paktin

Nám

15/09/2025

Flekk tjaldar í urtagarðinum, og tað er næstan songartíð – men hann er ikki troyttur enn! Kom við honum á kvøldtúr og finn ymiskt stuttligt á túrinum. Bókin fer út til limir í Bókaklubbanum í aldrinum 0-1 ár síðst í september 🥰

😍🏫✏️🍎
13/08/2025

😍🏫✏️🍎

“Vit hava øll rætt til møguleikan at vaksa upp við bókmentum, sum eru á móðurmáli okkara, tí tað styrkir okkara samleika...
05/08/2025

“Vit hava øll rætt til møguleikan at vaksa upp við bókmentum, sum eru á móðurmáli okkara, tí tað styrkir okkara samleika, málsliga vit og persónligu menning.”

👏⬇️

Við at stuðla arbeiðinum, sum Bókadeildin ger, taka vit eina avgerð um at vit velja føroyska málið, stuðla føroyskum rithøvundum og týðarum og tryggja okkum samstundis, at hesi vilja og ynskja at halda á at gera tilfarið okkum øllum at frama. Tað er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum – tað krevur hugflog, ábyrgd og dirvi. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.
https://www.skulabladid.fo/bókadeildin-er-okkara-ogn-og-okkara-stóltleiki

Bókadeild Føroya Lærarafelags ynskir øllum eina góða ólavsøku 🇫🇴🎉
28/07/2025

Bókadeild Føroya Lærarafelags ynskir øllum eina góða ólavsøku 🇫🇴🎉

📣 Almenn móttøka fyri Niels Jákupi ThomsenÍ sambandi við, at Niels Jákup Thomsen fer frá sum stjóri á Bókadeild Føroya L...
06/06/2025

📣 Almenn móttøka fyri Niels Jákupi Thomsen

Í sambandi við, at Niels Jákup Thomsen fer frá sum stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri aldur, verður almenn móttøka í hølunum hjá Føroya Lærarafelag á Pedda við Stein gøtu 9, Tórshavn, fríggjadagin 20. juni frá kl. 15 til 17.

Vit bjóða góðan mat og drekka, og høvi verður at siga nøkur orð. Eisini verður høvi at heilsa upp á Sigfríð S. Sólsker, ið tekur við sum stjóri eftir Niels Jákup.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

17 ár – 500 krabbabøkur 🦀📚Í 2008 fóru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám undir samstarv at geva út lættlesibøkur til f...
28/05/2025

17 ár – 500 krabbabøkur 🦀📚

Í 2008 fóru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám undir samstarv at geva út lættlesibøkur til frílesing í felag. Hesar bøkurnar verða nevndar krabbabøkur.

Nú krabbabøkurnar hava 17 ár á baki, telja krabbabøkurnar heilar 500 ymiskar útgávur, harav 51 eru upprunaføroyskar. Í gjár, 27. mai 2025, var árligi várfundurin hjá krabbatoyminum og leiðsluni á Bókadeildini og Námi, har eitt nú framtíðarætlanir vórðu lagdar til rættis – og sjálvandi varð stóra avrikið við 500 krabbabókum hátíðarhildið 👏

Endamálið við krabbabókunum er at geva børnum hug at lesa sjálv á einum torleikastigi, tey megna. Bøkurnar snúgva seg snøgt sagt um alt millum himmal og jørð og geva børnum nógv at velja í, tá tey lesa frílesing. Ein krabbabók hevur altíð eina góða og viðkomandi søgu og er løtt at lesa 📖

Les alla greinina her 🔗 https://bfl.fo/17-ar-500-krabbaboekur

Vit ynskja krabbatoyminum til lukku við teimum 500 krabbabókunum og takka fyri alt arbeiðið! 🙌

Takk fyri í dag, góðu læraralesandi! 🤩Í sambandi við undirvísing um lesimenning kunnaðu vit læraralesandi um arbeiðið hj...
23/05/2025

Takk fyri í dag, góðu læraralesandi! 🤩

Í sambandi við undirvísing um lesimenning kunnaðu vit læraralesandi um arbeiðið hjá og endamálið við Bókadeildini og Bókaklubbanum. Harumframt fingu tey kunning um krabbabøkurnar, ið Bókadeildin og Nám geva út í felag, og Føroyar lesa-átakið, har Bókadeildin er millum stigtakararnar 📚

Nýggir krabbar og krossfiskar eru komnir 🤗🦀⭐️😺Heimurin hjá Rosu 5 – Rosa og Rita og Manni🦂Eitrandi fakta❄️Flykra🥶Krypto ...
15/05/2025

Nýggir krabbar og krossfiskar eru komnir 🤗🦀⭐️

😺Heimurin hjá Rosu 5 – Rosa og Rita og Manni
🦂Eitrandi fakta
❄️Flykra
🥶Krypto 5 – Djúpfryst
❄️🔥Frost og logar 3 – Eitt stolið barn
🦸🏼Handbók fyri superhetjur 10 – Øll lúgva

Adresse

Pedda Við Stein Gøta 9
Tórshavn
100

Åbningstider

Mandag 08:00 - 16:00
Tirsdag 08:00 - 16:00
Onsdag 08:00 - 16:00
Torsdag 08:00 - 16:00
Fredag 08:00 - 16:00

Telefon

+298617644

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Bókadeild Føroya Lærarafelags sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del

Type