Vitlíkisstovan

Vitlíkisstovan Ert tú forvitin? Spyr bara.

Vit hjálpa leiðarum, toymum og einstaklingum at fáa fulla nyttu av vitlíki – gjøgnum verkstovur, frágreiðingar og ráðgeving – umframt at veita nýmótans vitlíkistænastur sum heimasíðu menning, miðlaskapan og annað.

02/10/2026
02/10/2026

Fyrstu Copilot-skeiðini fyltust skjótt, so nú hava vit latið upp fyri fleiri skeiðsdøgum.
Nýggir dagar eru í oktober og november.
Melda til her:
vitlikisstovan.fo/gjaldstovan

22/09/2026

Vit hyggja kanska eftir ávirkanini á størv av vitlíki á skeivum stað.

Um eingin verður uppsagdur, er lætt at halda, at lítið er broytt.

Men ávirkanin kann koma á annan hátt.

Ein fer úr starvi, og eingin verður settur í staðin, tí hini starvsfólkini klára at megna uppgávurnar ímillum sín. Ella ein fyritøka sum veksur, setur trý fólk, har hon fyrr hevði sett fimm.

Ein nýggj greining frá Danmarks Nationalbank bendir á júst hetta: Fyritøkur, sum tóku vitlíki í nýtslu, settu færri nýggj fólk, heldur enn at siga fleiri upp.

Tað sær út til at tey fyrstu størvini, sum vitlíki tekur, eru tey, sum ongantíð verða lýst leys.

Danske virksomheder, der begynder at bruge kunstig intelligens (AI), ansætter efterfølgende færre nye medarbejdere end sammenlignelige virksomheder, der ikke bruger AI. Det viser en ny analyse fra Nationalbanken, der baserer sig på unikke danske tal.

Hvønn sunnudag fært tú ein neista at kveikja tankarnar. Her er neistin hesa vikuna:Ein maður rindar fyri eina dýrari útg...
20/09/2026

Hvønn sunnudag fært tú ein neista at kveikja tankarnar. Her er neistin hesa vikuna:

Ein maður rindar fyri eina dýrari útgávu av eini dating-app. Vitlíkið finnur kvinnurnar, sum tað metir passa best til hansara, og skrivar fyrstu boðini fyri hann.

Ein av kvinnunum hevur eina líknandi tænastu. Hennara vitlíki lesur boðini, hon fær, og svarar fyri hana, fyri at vita um tey passa væl saman.

So nú sita tvey vitlíki í roynd og veru og tosa saman fyri tvey fólk, sum kanska ongantíð sjálvi hava skrivað eitt orð til hvørt annað.

Tað ljóðar løgið.

Men hvat um tað riggar betur? Tey sleppa undan tímum av smátosi og enda oftari á góðum date'um við fólki, sum veruliga hóska til tey.

Um tey bæði enda við at dáma hvørt annað, hevur restin so týdning?

Vit tosa nógv um, hvussu vitlíki kann gera okkara egna arbeiði skjótari.Men hvat við tænastunum, vit keypa?Um advokaturi...
18/09/2026

Vit tosa nógv um, hvussu vitlíki kann gera okkara egna arbeiði skjótari.

Men hvat við tænastunum, vit keypa?

Um advokaturin nú kann gera upp á tveir tímar tað, sum fyrr tók fimm, skal rokningin so vera tann sama?

Tað sama kann spyrjast um bókhald, tekstir, heimasíður og aðrar tænastur.

Tú rindar sjálvandi eisini fyri royndir og ábyrgd.

Men tá ið vitlíki sparir nógv av arbeiðstíðini, eigur kundin kanska eisini at merkja tað.

Lægri prísur, skjótari avgreiðsla ella meira fyri somu upphædd.

Vitlíki kann ikki bara gera arbeiðið, vit longu gera, skjótari.Tað kann eisini gera arbeiði møguligt, sum vit í dag lata...
17/09/2026

Vitlíki kann ikki bara gera arbeiðið, vit longu gera, skjótari.

Tað kann eisini gera arbeiði møguligt, sum vit í dag lata liggja, tí tað tekur ov langa tíð.

Til dømis:

• Gjøgnumganga túsundtals gamlar kundaspurningar og finna hvat gongur aftur og aftur.
• Samanbera hundraðtals rokningar við umprunaligu avtalurnar og finna, um tú hevur goldið ov nógv, fingið skeivan prís ella ikki fingið tað, sum varð avtalað.
• Leita í gomlum málum og skjølum eftir trupulleikum sum genga aftur og aftur.
• Byggja smá innanhýsis amboð, sum høvdu verið hent, men ongantíð verða raðfest.

Áður hevði nógv av hesum kravt so nógva tíð, at tað ikki loysti seg.

Við vitlíki broytist tað roknistykkið.

Tí er ein góður spurningur ikki bara:

"Hvat kann vitlíki gera skjótari?"

Men eisini:

"Hvat áttu vit at gjørt, sum vit hildu vit ikki hava tíð til í dag?"

Gjaldstovan × VitlíkisstovanVitlíkisstovan hevur vunnið útboðið um nýggju Copilot-skeiðini hjá Gjaldstovuni. Tað eri eg ...
15/09/2026

Gjaldstovan × Vitlíkisstovan

Vitlíkisstovan hevur vunnið útboðið um nýggju Copilot-skeiðini hjá Gjaldstovuni. Tað eri eg sera fegin um.

Arbeiðir tú á einum stovni undir Føroya landsstýri, kanst tú nú tekna teg til Copilot Chat ella Copilot Business.

Eg undirvísi á báðum skeiðunum. Vit arbeiða við praktiskum venjingum, so tú lærir at brúka Copilot til tínar egnu arbeiðsuppgávur og at meta um, hvat tú trygt kanst brúka tað til.

Eru tit átta ella fleiri á sama stovni, kann eg eisini koma út til tykkum og halda skeiðið hjá tykkum.

Sí dagarnar og tekna teg her:
https://vitlikisstovan.fo/gjaldstovan

Kennir tú onkran, sum arbeiðir á einum stovni landsins, so kanst tú altíð deila hetta við tey.

Gjaldstovan býður skeiðini. Vitlíkisstovan stendur fyri undirvísing og tilmelding. Skeiðini eru fyri starvsfólk á teimum stovnum og eindum, sum Gjaldstovan hevur góðkent.

15/09/2026

Gjaldstovan × Vitlíkisstovan

Vitlíkisstovan hevur vunnið útboðið um nýggju Copilot-skeiðini hjá Gjaldstovuni. Tað eri eg sera fegin um.

Arbeiðir tú á einum stovni undir Føroya landsstýri, kanst tú nú tekna teg til Copilot Chat ella Copilot Business.

Eg undirvísi á báðum skeiðunum. Vit arbeiða við praktiskum venjingum, so tú lærir at brúka Copilot til tínar egnu arbeiðsuppgávur og at meta um, hvat tú trygt kanst brúka tað til.

Eru tit átta ella fleiri á sama stovni, kann eg eisini koma út til tykkum og halda skeiðið hjá tykkum.

Sí dagarnar og tekna teg her:
https://vitlikisstovan.fo/gjaldstovan

Kennir tú onkran, sum arbeiðir á einum stovni landsins, so kanst tú altíð deila hetta við tey.

Ein næmingur kann gera eina betri uppgávu við vitlíki og samstundis læra minni.PISA 2025 vísir, at næmingar, sum brúktu ...
15/09/2026

Ein næmingur kann gera eina betri uppgávu við vitlíki og samstundis læra minni.

PISA 2025 vísir, at næmingar, sum brúktu vitlíki til at skriva uppgávur fyri seg, høvdu lyndi til at klára seg verri.

Men næmingar, sum brúktu vitlíki til at læra og høvdu lært at meta um svarini, kláraðu seg betur.

Munurin kann vera so einfaldur sum hetta:

"Skriva uppgávuna fyri meg." 👎

ella:

"Eg skal gera hesa uppgávuna, lær meg, hvussu eg skrivi eina góða uppgávu." 👍️

Ein onnur roynd við støddfrøði vísir sama mun. Næmingar við vitlíki kláraðu seg 48% betur, meðan teir vandu. Men tá teir síðani skuldu loysa støddfrøðiuppgávur uttan vitlíki, kláraðu teir seg 17% verri enn næmingarnir, sum høvdu vant uttan vitlíki.

Tí er spurningurin: hjálpir vitlíkið næminginum at læra, ella ger tað arbeiðið fyri hann?

OpenAI sigur seg hava funnið eitt prógv fyri einari støddfrøðiligari uppgávu, sum hevur staðið óloyst í umleið 90 ár, ka...
12/09/2026

OpenAI sigur seg hava funnið eitt prógv fyri einari støddfrøðiligari uppgávu, sum hevur staðið óloyst í umleið 90 ár, kalla Navier-Stokes.

Hetta er enn eitt gjøgnumbrot í mun til vitlíki í støddfrøðini, sum vit hava sað fleiri av seinastu tíðina.

Síðan 2000 hevur 1 millión dollarar verið lovað teimum, sum loysa Navier-Stokes uppgávuna. Nú sigur OpenAI, at ein nýggjur ikki almannakunngjørdur vitlíkismyndil hjá teimum hevur funnið eitt prógv. Tað er ikki endaliga góðtikið enn, men prógvið er almannakunngjørt og verður nú kannað av støddfrøðingum.

OpenAI setti umleið 10.000 vitlíkisagentar at samarbeiða við uppgávuna og deila úrslit sínámillum.

88 tímar seinni høvdu tey prógvið.

OpenAI sigur, at rokniorkan hevði kostað fleiri milliónir dollarar. Metingar út frá almennum prísum eru um 10–15 milliónir dollarar. So hetta var ikki ein góð leið at vinna milliónina.

Men tað er heldur ikki tað, sum søgan snýr seg um.

Vitlíki ger støðugt størri framstig í støddfrøði. Seinastu tíðina hava vit sað tað sama henda við forritan. Fyrst kundi vitlíki hjálpa eitt sindur. So nógv. Og nú er arbeiðshátturin hjá forritarum kollveltur.

Støddfrøði sær út til at vera næsta økið.

Adresse

Vestara Bryggja 15
Tórshavn

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Vitlíkisstovan offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Vitlíkisstovan:

Genveje

Del

Kategori