SoMið

SoMið Vit gera tilfar til sosialar miðlar - reels, myndir og ráðgeving. Sendið okkum eini boð 🤳

21/04/2026

Toymið handan SoMið💗

Ein nýggj funksjón er komin á Instagram. Nú ber til at broyta uppá raðfylgjuna aftaná tú hevur lagt út, soleiðis at títt...
07/04/2026

Ein nýggj funksjón er komin á Instagram. Nú ber til at broyta uppá raðfylgjuna aftaná tú hevur lagt út, soleiðis at títt feed heldur á fram at hava sama snið og vera pent.

Toymið handan SoMið💗Markus Rajani er byrjaður í starvi hjá SoMið.Markus er 22 ár og lesur marknaðarførslubúskap á Glasi....
01/04/2026

Toymið handan SoMið💗

Markus Rajani er byrjaður í starvi hjá SoMið.

Markus er 22 ár og lesur marknaðarførslubúskap á Glasi.

Áhugin fyri marknaðarføring byrjaði, tá Markus var í starvsvenjing hjá Brúsa, og veruliga sá hvussu spennandi tað er at arbeiða við marknaðarføring og kreativum samskifti.

Síðani hevur hann arbeitt við ymiskum uppgávum, og er framvegis í gongd við at menna sínar førleikar.

Hjá SoMið hevur Markus ábyrgd av at framleiða reels og stutt filmsklipp.

Vit fegnast um at hava Markus við í toyminum, har hann við sínum áhuga og dirvi er við til at skapa gott innihald.

Seinastu vikurnar hava vit verið við í valstríðnum hjá Fólkaflokkinum. Vit hava hjálpt við tilfari til miðlarnar hjá Fól...
27/03/2026

Seinastu vikurnar hava vit verið við í valstríðnum hjá Fólkaflokkinum. Vit hava hjálpt við tilfari til miðlarnar hjá Fólkaflokkinum og valevnunum, ið stillaðu upp.

Uppgávurnar hava verið nógvar:
* Andlitsmyndir
* Myndarøðir
* Løtumyndir
* Reels
* Grafiskt arbeiði

Takk fyri álítið og hjartaliga til lukku, Fólkaflokkurin!

Erla var við í sendingini hjá FM1 og tosaði um, hvussu og hvørjir miðlar eru best at brúka í valstríðnum😍
26/03/2026

Erla var við í sendingini hjá FM1 og tosaði um, hvussu og hvørjir miðlar eru best at brúka í valstríðnum😍

Hvat skulu vit leggja í litirnar, sum politisku flokkarnir nýta í valstríðnum? Og hvørjir nýggir miðlar verða brúktir at koma í samband við veljararnar? Beinleiðis sending á FM1 kl. 15.05.
Gestir í sendingini eru Sissal Kjartansdóttir Kristiansen og Erla Rajani Ziskasen. Vertur er Ingi Samuelsen.
📻 Lurta á fm1.fo ella á vanligu frekvensunum.

Toymið handan SoMið💗Kateryna Vishchak Joensen er byrjað í starvi hjá SoMið sum fotografur. Umframt at hava drúgvar roynd...
10/03/2026

Toymið handan SoMið💗

Kateryna Vishchak Joensen er byrjað í starvi hjá SoMið sum fotografur. Umframt at hava drúgvar royndir innan myndatøku, arbeiðir hon eisini við filmsklippum.

Kateryna flutti til Føroyar í 2022, og hevur síðani ment sínar førleikar innan myndatøku og at gera filmsklipp. Hon hevur luttikið á fleiri skeiðum, og arbeiðir støðugt við at menna seg.

Vit eru sera heppin at hava fingið hana við í toymið.

Iphone myndatól-stillingar🤩
18/02/2026

Iphone myndatól-stillingar🤩

Soleiðis fært tú meira burturúr tínum Instagram uppsløgum✨Viðmerk eitt “emoji”, so senda vit 7 ráð til tín, um hvussu tú...
16/02/2026

Soleiðis fært tú meira burturúr tínum Instagram uppsløgum✨

Viðmerk eitt “emoji”, so senda vit 7 ráð til tín, um hvussu tú fær meira burturúr tínum Instagram uppsløgum💗

Adresse

Tórshavn
FO-100, FO-110

Website

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når SoMið offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del