Ungu Føroyar

Ungu Føroyar Ungu Føroyar geva út føroyskar bøkur, upprunaligar og týddar. Forlagið gevur út bæði nýggj Um forlagið

Bókaforlagið Ungu Føroyar varð stovnað 1949. Topelius.

Sigrið av Skarði Joensen (1908-75) fór tá undir at geva bøkur út undir hesum forlagsnavninum. Hetta navnið er eftir tí fyrsta føroyska barnablaðnum, Ungu Føroyum 1907-10, 1914-15, sum Símun av Skarði gav út. Tvær bøkur komu út tað fyrsta árið: Søgubókin og Víkingarnir á Hálogalandi. Søgubókin er eitt savn av føroyskum og týddum stuttsøgum, m.a. “Dreymurin” eftir Andreu Reinert” og “Vit krýna teg til kong” eftir indiska nobelskaldið Tagore. Víkingarnir á Hálogalandi er tann fyrsti Ibsen-leikurin, sum kom út á føroyskum. Týtt hevði Símun av Skarði. Janus Kamban gjørdi permumynd til báðar hesar bøkurnar. Síðan komu barnabøkurnar eftir Sigurð Joensen og við myndum eftir Fridu Zachariassen: Gráa dunna 1958, Kálvamuuan 1959 og Lambamæið 1960. Hetta eru umframt Í skýmingini (1949) eftir Sofíu Petersen og Elinborg Lützen, fyrstu føroysku barnabøkur. Her gjørdi forlagið Ungu Føroyar slóðbrótandi arbeiði. Forlagið gav í 1960 sjónleikin Vár eftir Símun av Skarði út í 2. útgávu (1. útg. 1904). Seinni góvu Ungu Føroyar ymsar smáar bøkur út, upprunaligar og týddar.

Í 1984 kom íslendingasøgan Bárðar søga út. Sjúrður Joensen (1947-95) umsetti. Myndir gjørdu Astrid Andreasen og Olna Joensen. Seinni hevur Turið Sigurðardóttir havt forlagið Ungu Føroyar og givið út bæði upprunaligar og týddar bøkur. Frá 1991 kunnu vit nevna endurútgávu av trimum og nýútgávu av fýra barnabókum eftir Sigurð Joensen við myndum eftir føroysk listafólk: Kálvamuan, myndir: Zacharias Heinesen, Gráa dunna, myndir: Zacharias Heinesen, Lambamæið, myndir: Zacharias Heinesen, Heinmalambið, myndir: Astrid Andreasen, Smálombini, myndir: Astrid Andreasen, Hvíti tarvur, myndir: Janus Kamban og Lítli Sjúrður á látrinum, myndir: Óli Petersen.

Í 1991 gav forlagið eisini út ljóðband, har Sigurð Joensen, Bergljót av Skarði og Frida Sofía Johannessen lósu Kálvamuuna og Sigurð las týðing sína av “Stjørnueyga” eftir Z. Sigurð Joensen: Tekstir 1940 – 1992 í prosa og bundnum máli, sum kom út í 1998, er framhald av Eg stoyti heitt 1 og 2, Studentafelagið gav út 1987.

Í 1998 kom eisini út Kjørbreyt, Sjónleikur í trimum pørtum frá 1941 eftir Sigurð Joensen. Bókin hjá Sigert Patursson um ferðir hansara í Sibiria (1901) kom út hjá Ungu Føroyum í 1994 í týðingini hjá Sigrið av Skarði Joensen undir heitinum Á ferð í Sibiriu. Frásagnir um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og við Kariahav. Ein bók um Sigert Patursson, ein stutt ævisøga, kom eisini út í 1994, Sigert eftir Turið Sigurðardóttur. Salman Rushdie kom út á Ungu Føroyum í 1996 við stuttsøgusavninum Eystur, vestur. Lív Joensen umsetti tær níggju søgurnar, bara tvey ár eftir at tann upprunaliga bókin kom út. Ungu Føroyar hava givið út týðingar av tveimum skaldsøgum eftir Halldór Laxness, Íslandsklokkuna, 1996, Sigurð Joensen týddi, og Salku Valku, 2005, 2. útg. (1. útg. 1972, 1978), Turið Sigurðardóttir týddi. Eftir Halldór Laxness kom harumframt eitt savn av føroyskum týðingum av stuttsøgum, Veitsla hjá nornafaðir, 2007 (Týðarar: Per Mohr, Oskar Hermansson, Chr. Matras, Ulf Zachariasen, Hjalmar P. Petersen og Turið Sigurðardóttir). Í 2007 kom eisini føroysk týðing av skaldsøguni Systrarnar undir Steinum (De zusjes Kriegel), sum er ætlað ellivu ára gomlum og eldri, eftir tann kenda belgiska barnabókahøvundin Marc de Bel (f. 1954). Bókin kom upprunaliga út í 1992. Frida Sofía Johannessen týddi úr flamskum.

28/05/2026

The Amerian-Scandinavian Foundation hevur stovnað The Turið Sigurðardóttir Translation Prize til týðarar, sum týða úr føroyskum og íslendskum til enskt

Tilfar til at læra seg føroyskt
28/04/2026

Tilfar til at læra seg føroyskt

Bergljót av Skarði, 2016
Í bókini eru stuttir tekstir, nógvar myndir, eitt sindur av mállæru og uppgávur. Bókin er ein byrjanarbók, sum vónandi kann vera ein hjálp hjá útlendingum, sum eru nýkomnir til Føroya. Vónin er, at tað fer at bera til at halda fram og gera eina bók til framhaldsskeið í føroyskum fyri útlendingar.

Yrkingasavnið “Eg hvessi mær knívin, eg komi heim” kemur nú út í Týsklandi á forlagnum Parasitenpresse.
21/04/2026

Yrkingasavnið “Eg hvessi mær knívin, eg komi heim” kemur nú út í Týsklandi á forlagnum Parasitenpresse.

Nú var hon aftur. Henda f***a bókin, ætlað børnum, sum kom út fyrstu ferð í 2015, er nú komin í 4. útgávu. Í henni eru n...
27/03/2026

Nú var hon aftur. Henda f***a bókin, ætlað børnum, sum kom út fyrstu ferð í 2015, er nú komin í 4. útgávu. Í henni eru nógv vøkur, spennandi og stuttlig kvæði, vísur og skjaldur, bæði gomul og nýggj, sum ofta verða kvøðin í barnadansi. Millum tey gomlu er Ormurin langi, millum tey nýggju eru Kongadóttirin í Nólsoy, Risin og Kellingin og Seyðatjóvavísa.

https://www.unguforoyar.fo/Bokur/Slaid_ring_4_utg

MARTA MARTA TILNEVNDSkaldsøgan Marta Marta, 2024, eftir Marjun Syderbø Kjelnæs er í ár tilnevnd fyri Føroyar til Bókment...
27/02/2026

MARTA MARTA TILNEVND
Skaldsøgan Marta Marta, 2024, eftir Marjun Syderbø Kjelnæs er í ár tilnevnd fyri Føroyar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs.
Marta Marta hevur tvíbýtt tíðar- og staðarsjónarhorn.
Skaldsøgan er øðrumegin stað- og tíðarsett í Ísrael tíðliga í 1990-árunum, tá ið tann unga føroyska gentan Marta var í kibbuts og royndi at skilja munin millum tað Ísraelsland, sum
hon hevði lært um heima, og tann nøtrandi veruleikin, sum hon stóð mitt í.
Hinumegin fer hon fram í Havn 30 ár seinni, tað vil siga í dag, tá Marta fylgir við tíðindum um ræðuleikarnar í Miðeystri og bíðar eftir lívstekni frá ísraelsku vinukonu síni.
Einki menniskja er ein oyggj einsamøll og fyri seg. Marta ber, antin hon vil ella ikki, byrðuna av sínum mentanarviðføri eins og tey, hon er saman við í tí fremmana landinum, hava sítt
tunga viðføri. So við og við fer heimsmyndin, hon hevði við sær heimanífrá, at molna.

Ymsar bøkur hjá Marjun eru týddar til onnur mál og útgivnar í øðrum londum.
Marta, Marta kom út í 2024. Hon hon kom í íslendskari týðing eftir Hjálmar W. Árnason í
2025.
Skaldsøgan Skriva í sandin kom á íslendskum.
Í Danmark eru útkomnar Skriva í sandin og Sum rótskot
Á nýnorskum í týðing eftir Lars Moa eru hesar útkomnar: Skriva í sandin, Sum rótskot,
yrkingasavnið Karmageitin og leikurin Gentukamarið.
Á enskum hesar: Róttripp, Karmageitin og Gentukamarið.

https://www.unguforoyar.fo/Greinir/MARTA_MARTA_TILNEVND

Nancý heiðrað!7.februar fekk Nansý Sunadóttir “Gávugóðs til ungt listafólk” frá Grunni Thorvalds Poulsen á Steinum. Evna...
13/02/2026

Nancý heiðrað!
7.februar fekk Nansý Sunadóttir “Gávugóðs til ungt listafólk” frá Grunni Thorvalds Poulsen á Steinum. Evnaríka skaldið gav út fyrstu bók sína, yrkingasavnið “Eg hvessi mær knívin, eg komi heim”, í 2024.
Ungu Føroyar ynskja Nansy hjartaliga til lukku við heiðrinum og blíðan byr á lívs- og skaldskaparleiðini!

https://www.unguforoyar.fo/Greinir/Nancy_heidrad

Adresse

Leivsgøtu 4
Tórshavn
F100O

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Ungu Føroyar offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Ungu Føroyar:

Genveje

Del

Kategori