Vinnuframi

Vinnuframi Vinnuframi stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið. Vit stuðla tí góða hugskotinum og t?

Vit stuðla tí góða hugskotinum og tí kanst tú sum íverkseti altíð seta teg í samband við okkum.

13/05/2026
21/04/2026

SjóGló er danmarksmeistari í íverksetan
🤗👏💡
Atlantic Airways
Betri Banki
Føroya Tele
Føroya Bjór

Tvey spennandi størv hjá NORDIC INNOVATION!Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av einum sterkum norðurlendskum arbei...
19/02/2026

Tvey spennandi størv hjá NORDIC INNOVATION!

Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av einum sterkum norðurlendskum arbeiðsplássi. Søkt verður eftir:

🔹 Innovation Advisor
🔹 Senior Innovation Advisor

Hevur tú royndir innan innovatión og ynskir at arbeiða við norðurlendskum samstarvi og menning? So kann hetta vera næsta stigið í tínari yrkisleið.

Les meira og søk her:
👉 Innovation Advisor: https://vinnuframi.fo/news/114/we-are-looking-for-a-new-innovation-advisor

👉 Senior Innovation Advisor: https://vinnuframi.fo/news/115/we-are-looking-for-a-new-senior-innovation-advisor

Freistin er 1. mars 2026 fyri bæði størvini.

Kennir tú onkran, sum hevði verið perfektur til starvið? Tagga ella deil víðari 🙌

06/02/2026

✨Tryggja tær atgongumerkið, áðrenn prísurin hækkar 9. februar á midnátt✨

Keyp her👇🏻

https://tonik.luttaka.com

👍Tryggja tær pláss til TONIK 2026!Atgongumerkini eru komin til sølu! Í avmarkaða tíð kanst tú fáa Early Sheep-prísin (se...
05/01/2026

👍Tryggja tær pláss til TONIK 2026!

Atgongumerkini eru komin til sølu! Í avmarkaða tíð kanst tú fáa Early Sheep-prísin (serprísur til tey skjótastu).

📍 Silo, Tórshavn • 8. mai 2026
🎟️ Keyp atgongumerki her: https://tonik.luttaka.com

Skunda tær – plássini fara skjótt! 🐑

16/12/2025

Tryggja tær pláss til TONIK 🐑✨

Atgongumerkini eru nú til sølu, og Early Sheep-prísurin (serprísur til tey, ið eru skjót) er tøkur í avmarkaða tíð.

📍Silo, Tórshavn • 8. mai 2026
🎟️ Keyp atgongumerki: https://tonik.luttaka.com

______________________

The flock is gathering. 🐑✨

TONIK tickets are NOW on sale — Early Sheep pricing is live now!

📍Faroe Islands • May 8, 2026
🎟️ Buy here: https://tonik.luttaka.com

(Limited tickets available)

07/10/2025
🤩MATHIAS GREDAL NØRVIG Subway Surfers stjóri á TONIKEin av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Mathias Gredal Nørvig, s...
30/04/2025

🤩MATHIAS GREDAL NØRVIG Subway Surfers stjóri á TONIK

Ein av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Mathias Gredal Nørvig, stjóri í SYBO – sum er fyritøkan handan heimsins mest niðurtikna fartelefon spæl, Subway Surfers. Mathias kom til SYBO í 2014 og tók í 2017 við sum forstjóri (CEO).

Undir hansara leiðslu er SYBO vorðið ein heimsleiðari innan menning og útgávu av spølum, har serligur dentur verður lagdur á samfelagsábyrgd og burðardygd.

Mathias er sannførdur um, at spøl kunnu brúkast til nógv meira enn undirhald. Við umleið 150 milliónum aktivum spælarum um mánaðin, sær hann Subway Surfers sum ein pall við serligari ábyrgd og møguleika at skapa broytingar. Hann hevur arbeitt miðvíst við at brúka spælið til at varpa ljós á umhvørvis felagsskapir, umhvørvisátøk og at skapa eitt fevnandi talgilt umhvørvi.

Mathias hevur við strategiskum átøkum víst, hvussu spøl kunnu gera mun, eitt nú við samstarvi við amerikonsku songkvinnuna Demi Lovato, fyri at minka um útlát av vakstrarhúsgassið. Hann hevur eisini verið við til at stovna Playing for the Planet Alliance og Sustainable Games Alliance, sum arbeiða fyri at brúka gaming til at loysa heimsfevnandi avbjóðingar.

Áðrenn Mathias kom til SYBO, arbeiddi hann sum ráðgevi hjá PwC og var virkin í íløguumhvørvinum. Hann situr í fleiri nevndum, m.a. sum nevndarformaður í Funday Factory, og er eisini ráðgevi fyri donsku stjórnina innan skapandi vinnur og vøkstur. Harumframt hevur hann skrivað bókina Gaming for Good, sum greiðir frá, hvussu spøl kunnu økja um tilvitskuna og geva íblástur at loysa veruligar altjóða avbjóðingar.

Framløgan hjá Mathias verður á enskum og heitið er: “Do You Care – A call to use gaming as a platform for change on issues that matter”.

Les meira um ráðstevnuna og fyrilestrarhaldararnar á www.tonik.fo

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri festival líknandi vinnustevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Vinnustevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.

Tað eru Vinnuframi, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.

Á Tonik 9. mai 2025 👇
11/04/2025

Á Tonik 9. mai 2025 👇

MATTHEW BLAKEMORE Á TONIK✨

Vitlíki á einum vegamóti - hvussu javnvigar tú nýhugsandi og ábyrgdarfulla nýtslu av vitlíki í 2025🤖

Forvitnisliga altjóða tøkni og listaráðstevnan TONIK, verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum 9.mai.
Ein av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Matthew Blakemore.

Matthew er serfrøðingur í vitlíki, og er í fremstu røð, tá ið talan er um at nýta vitlíki bæði nýhugsandi og ábyrgdarfult. Sum stjóri í AI Caramba! og ein av høvuðssniðgevunum í altjóða AI standardum er hann við til at broyta hvussu stovnar og vinnur brúka vitlíkið.

Matthew brennir fyri at loysa veruligar menniskjaligar avbjóðingar, eitt nú hevur hann verið við til at endurnýggja mótaheimin við AI loysnum, og hann hevur eisini verið við til at kollvelta filmsklassifikatiónir við patenteraði tøkni Harumframt hevur hann drúgvar royndir at vegleiða fjølmiðlavinnuni í at gagnnýta vitlíki.

Matthew er kendur fyri sínar serstøku framløgur og evnir at greina torgreidd AI hugtøk til ítøkilig hugskot. Harumframt telist hann á listanum fyri “TOP 100 Influential People 2025” og “Forty Under 40 UK”.

Framløgan hjá Matthew verður á enskum og heitið er: AI at the Crossroads: Navigating Innovation and Responsibility in 2025

Les meira um ráðstevnuna og fyrilestrarhaldararnar á www.tonik.fo

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Ráðstevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.

Adresse

Vestara Bryggja 15, 1. V. M
Tórshavn
0100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Telefon

+298203300

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Vinnuframi sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del