Vágstíðindir

Vágstíðindir Her koma ymisk tíðindastubbar út á. Serliga úr Vági og Suðuroynni, hóast tað fevnir viða um.

Vágs kommuna liggur væl fyri, á fleiri økjum Okur skulu halda fast við tað góða í nýggjastu nøgdsemiskanningini og syrgj...
23/10/2024

Vágs kommuna liggur væl fyri, á fleiri økjum

Okur skulu halda fast við tað góða í nýggjastu nøgdsemiskanningini og syrgja fyri, at uppraðfesta, tað minni góða sum nýggjasta kanningini yvir kommunur í Føroyum vísir.

Okur mugu komandi tíðina í Vágs kommunu, taka hædd fyri nýggjast nøgdsemiskanningini sum Kringvarpið og Ljóður hava gjørt yvir kommunur í Føroyum, har okur hava nøkur økir, sum liggja ovarliga og onnur økir liggja heldur niðarliga.

Hóast Vágs kommuna fær sera høga meting innan mentan og trivnað, har tað serliga er ítróttarkarmar og barna og ungdómsøki sum liggja høgt í mun til aðrar kommunur í Føroyum.

So skulu okur halda fast við øllum tí góða, tvs tey økini sum liggja væl í kanningini, skulu heldur ikki niður raðfestast í framtíðini. Eitt er at hava góðar karmar, tað krevur eisini viðlíkahald og nýskapan.

Ítróttarmøguleikar liggja ovarliga í kanningini. Hóast tað, so skulu okur halda fast viđ góðu gongdina, serliga treingja ítróttarognirnar hjá Vágs kommunu at haldast viðlíka og nýskapan.

Bæði VB húsið og ítróttarhøllin treingja framvegis til stórar ábøtur. Hesar kommunalu ognir, hava okur skyldu til at viðlíkahalda og uppraðfesta enn meira. Ljóðviðurskiftini í ítróttarhøllini eru útav lagið vánaligt. Hóast onkrir batar eru gjørdir. Her mugu okur gera nakað meira framyvir.

Somuleiðis mugu okur halda áfram at gera karmarnar í VB húsinum betri. Vøkru ves viðurskiftini eru nú komin í rættlag, men okur skulu halda fram at betra um ítróttar- viðurskiftini Vesturið á Eiðinum. Har arbeiðsfólk og eldsálir, eisini hava gjørt framúr arbeiði seinastu árini.

Tað er eitt krav, at hava gott ljós kring fótbóltsvøllin, tað arbeiði skal gerast og fyrireikingaarbeiði til tað er longu fari í gongd. Somuleiðis mugu nýggj áskoðarskýlið gerast. Nú FC Suðuroy er flutt upp í bestu deildina.

Hinvegin mugu okur ikki gloyma, at Páls Høll eisini treingir til enn betri umstøður og ábøtur, m.a má ventilatiónin gerast betri og eg kundi ynskt mær ein vælverudepil tilknýttan til Pálshøll í framtíðini. Men, alt kostar pengar, men her kunnu okur gera eina lantíðarætlan, har kostnarstøði verður staðfest.

Innan barna og ungdómsøki er eisini gjørt sera nógv hesu seinastu árini, serliga eru karmarnir uppraðfestir og Vágs kommuna hevur framvegis eitt av hægstu normering í landinum innan dagstovnaøki. Fyri at fáa barnafamiljur at trivast, má hægri barnafrádráttur til.

Vágs skúli, skal dagførast enn meira, og arbeiði við auditatorium heldur eisini fram.

Trivnaðurin fær eisini høga meting í kanningini, tað er at frøðast um. Trivnaðartiltøkini, sum Virkin Vágur, Johannudagar og Ljósfestin, mugu tískil halda fram.

Við at fríđkað í miðbýnum, eitt nú á Løðhamri og nýtt spælipláss í miðbýðnum, gerð eisini at trivnaðurin hækkar hjá vágbingum.

Okur hava eina ríka mentan í Vági, har nú søvnini, mugu fáa betri umstøður. Menturnarnevndin hevur samtykt herfyri, at seta eina faknevnd, sum í samráð við øll søvnini í Vági, fer í eina tilgongd, at møguliga savnað øll søvnini í eitt stað.

Hinvegin fær bý og bygdararplanlegging, eldraumstøður, at driga vinnu til økið, bústaðarmøguleikar, gøtur, kloakkir, ikki so høga meting í kanningini. Her mugu okur fara enn meira til verka.

Hóast tað, so er gjørt nakað her í seinastuni, eitt nú við at broyta byggisamtyktina fyri Vág. T. e fyri neysta og summarhúsøkir / frítíðarbústaðir í Vági. Hettar so, at vágbingar kunnu fáa størri gagn av egnum eigaraøkjum, um teir ynskja tað.

Longu nú eru eisini ætlanir, hjá nøkrum vágbingum at nýta henda møguleikan. Sum eisini fer at betra um vinnuvirksemi í Vági framyvir.

Somuleiðis hendur nakað innan eldraøki, har samtykt er at byggja eldrasambýlið út. Hinvegin gevur nýggi bústaðarpakkin okkum enn fleiri møguleikar.

Bátahylurin er nýumgjørdur, men fyri nøkrum árum síðani, var avskaffa at landa útróðafiskin her í bygdini. Tað mugu okur fáa í rættlag aftur.

Somuleiðis eru aðrar spennandi verkætlanir fyri framman, sum nærri verður kunna um.

Les meira um nøgdsemiskanningina her https://kvf.fo/kv24

Gott val øll - vh Levi

Marius Ziska verður aftur við á Ljósfest Ljósfest í Vági - Mentanardagar Tað er aftur í ár eydnast okum at fáa eitt av h...
24/04/2024

Marius Ziska verður aftur við á Ljósfest

Ljósfest í Vági - Mentanardagar

Tað er aftur í ár eydnast okum at fáa eitt av heitastu nøvninum í føroyskum tónleiki Marius Ziska á Ljósfest.

Seinnu árini hevur Marius Ziska av álvara staðfest, at hann er millum tey fremstu í føroyskum tónleiki. Hann ferðast bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar við sínum tónleiki. Eisini framførdi Marius við bólki nakrar megnar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri og Eivør. Ofta dreymakendi tónleikurin, saman við eyðkendu røddini, er eitt eyðkennið fyri bólkin og fyri stílin, ið ikki er til at fara skeivur av. Føroyingar hava av álvara tikið hann til sín.

At Marius hevur savnað eitt vala lið av góðum og væluppløgdum tónleikarum kring seg, ger bara tónleikin og pallframførslurnar enn betur. Hetta varð staðfest á seinastu Ljósfest í Vági, har Marius bergtók okum øll við framúr framførðslu á pallinum.

Løg sum Nærveran, Going Home, Silvurlín og Ongin er Orsøk eru fólkaogn, saman við fleiri øðrum løgum hjá Mariusi.

Okur gleða okum til at uppliva Marius Ziska á pallinum leygardagin 17. august, tá Ljósfest verður í Vági.

Føðingardagsheilsan til Robert Mc Birnie á 80 ára degnum. Kendi vágbingurin Robert Mc Birnie fylti 80 ár 1. nov 2023. Ro...
10/11/2023

Føðingardagsheilsan til Robert Mc Birnie á 80 ára degnum.

Kendi vágbingurin Robert Mc Birnie fylti 80 ár 1. nov 2023.
Robert er føddur í Sørvági 1 nov 1943.
Brot úr heiðranini til Robert Mc Birnie, á Ljósfestini í Vági. 16.10.2021.
" Í meira enn 60 ár hevur Robert McBirnie verið virkin á føroyska tónleikapallinum. Hann er føddur í 1943 og hann fekk sín fyrsta guitar sum 13, 14 ára gamal. Nakað eftir hetta, í 1959, stovnaði hann, - saman við øðrum ungum vágbingum, bólkin Red Boys. Og tað er líka við at vit kunnu siga, at restin er søga....
Robert fór at lesa til lærara í Havn og kom upp í bólkin Faroe Boys, ið gjørdist millum best umtóktu bólkar í Føroyum um tað mundið – um ikki tann best umtókti. Og saman við Faroe Boys skrivaði Robert seg so dyggiliga í føroysku tónleikasøguna. Og Robert gjørdist Føroya fyrta veruliga rock-stjørna – við eyðsýndum sanggávum og livandi pallframførslu."
Tað fyrsta eg hugsið um Robert, er og hevur altíð verið.
" Nær kemur hann aftur til Vágs at undirhalda ", soleiðis havi eg havt tað, síðani hann flutti úr Vági, einaferď seint í 80 unum. Altíð ein longsul eftir honum.
Tíbetur hevur tú góði Robert verið trúðfastur at vitja heimbygdina, síðani tú flutti úr Vági og tú vitjar oftani her.
Ikki løgið at Vágs kommuna heiðraði teg fyri 2 árum síðani, saman við tínum bygdarmonnum og vinum, har tú saman við Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen, tykur allir mentarnarúrmælingar úr Vági, saman við tær fingu uppibornan heiður.
Seinast tú vart aftur í Vági var á Ljósfestini í summar.
Har tú við framúr tónleikaframførðslu gav okkum øllum " enn eitt minni " hvat tú enn kann og hvør tú ert.
Har tú við framúr tónleikaevnum, púra einsamallur næstan 80 ár, framførdi við framúr góðum evnum og tónleiki, til gleði fyri okkum øll sum har vóru hjástødd. Ikki at gloyma tiltakið var eisini stroymt á internetinum.
Har tú eisini við góðum orðum, lýsti vinir tínar úr Faroe Boys, sum farnir eru. Stóra takk fyri tað.
Eg skal ikki nevna alt úr rúgvini á tínari lívsleið, góði vinur, tí her er so nógv gott at taka fram, at eg blívið ikki liðugur.
Lat meg tó koma stutt inn á alla rúgvuna, sum tú Robert hevur tikist við her í Vági.
Tað fyrsta sum eg veit um teg, er, har tú sum blaðungur stovnaði Red Boys, saman við Páll Thomassen og Jónhard Vest o.ø og gjørdi okkum landskendar við " Baberara " við lagnum " Vágsbygd mín heimbygd " í fimti árinum.
Og síðani koyrir tað bara, har tú eisini saman við Jákup og Ólavur gjørdi okkum vágbingar aftur kendar við " Harmonikusørin " sum Pol F, gjørdi orð til.
Nýggjársveitslur uttan tykkum, teg Niels Petur og Petur Dahl Nolsøe, vóru óhugsandi. Tær vóru okkara Netflix.
Annars var tú mær ein góður flokslærari í Vági, har eg serliga elskaði, tá ið tú spældi guitar og sang fyri økkum øllum, ja longu í fyrsta tíma.
Takk fyri alt góði Robert og stórt til lukku við 80 ára degnum og ikki at gloyma við flottu bókaútgávuni, sum Hilmar Jan so væl úr honum hevur greitt.
Hesu niðanfyristandandi orð lýsa sera nógv um týtt skapandi verk gjøgnum lív týtt, sum hevur slóða undir óteljandi spýrar á mentarnarøkinum gjøgnum árini.
" Sum undirhaldari hevur Robert eitt nú sungið í V4-sendingum í útvarpinum, hann hevur skemtað og undirhildið á óteljandi veitslum saman við eitt nú Niels Petur Nolsøe, Petur Dahl Nolsøe, Arnfinni Thomassen og seinni eisini Hilmar Jan Hansen. "
" Hetta er ikki fyrsa ferðin, at Robert er heiðraður. Í 2012 fekk hann Ársins herðaklapp frá Miðlahúsinum í sambandi við, at Planet Awards-virðislønirnar vórðu latnar. ”
Tá varð millum annað sagt, at:
"Robert McBirnie er maðurin, sum festi í stóra poppfjúsið í Føroyum".
Poppfjúsið, sum Robert festi í, var meira enn bara eitt fjús. Tað var ein neisti, ið birti stóran eld, sum framvegis logar og fløvar.
Ársins tónleikaheiður 2021 verður tí latin Robert McBirnie.
” Ljósfestin í Vági:
Tað vóru Robert McBirnie, Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen, ið fingu heiður á Ljósfestini í Vági. ”
Góði Robert til lukku við 80 ára degnum. Síggjast leygarkvøldið í Vági, til enn ein heiður.
Eisini til lukku til Armgarð, børnini og familjuni við Robert.
Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.

Føðingardagsheilsan til Robert Mc Birnie á 80 ára degnum. Kendi vágbingurin Robert Mc Birnie fylti 80 ár 1. nov 2023. Robert er føddur í Sørvági 1 nov 1943. Brot úr heiðranini til Robert Mc Birnie, á Ljósfestini í Vági. 16.10.2021. " Í meira enn 60 ár hevur Robert McBirnie verið v...

19/07/2023

Vælkomin til kamping á Ljósfestini í Vági.

Ljósfestin verður leygardagin 12 august. Tiltak er eisini í teltinum fríggjakvøldið 11 august og sunnudagin 13 august.

Kamping Vágseiði er ein frálíkur møguleiki nú Ljósfestin nærkast og har eisini nógv fólk leita sær suður til Vágs, tá Ljósfestin verður.

Kamping Vágseiði liggur í sera vøkrum umhvørvi við vatnið í Vági. Pláss er fyri 12 kampingvognum og 40 tjøldum. Kampingøkið hevur allar hentleikar: el, vatn, atgongd til wc og brúsu, internet, tøming av rottanga og spillvatni, umframt atgongd til vaskimaskinu og turkitrumlu. Hentleikar á Kamping Vágseiði taka atlit til fólk við rørslutarni.

Vágs Kommuna ynskir øllum hjartaliga vælkomin suður til Vágs og ynskir øllum eina góða Ljósfest í Vági.

Vendi tykkum til Miðlatún í Vági, um tit ynskja kampingpláss á Ljósfestini.

Bíllegg kamping pláss her telefon 663000

19/07/2023

Ein av bólkunum, ið fer á pall til Ljósfest í Vági í 12. august, er bólkurin Section úr Vági.

Bólkurin var virkin árini innan og eftir 1990. Men til Ljósfest 2023 vaknar bólkurin til lívs aftur.

Sangarin í bólkinum, Hans Jacob Hjelm, hevur sagt, at bólkurin fyrstu ferð fór á pall í 1988, og at bólkurin sostatt kann halda sítt 35 ára jubileum.

Árini eftir hetta var bólkurin sera virkin, og spældi til dans kring alt landið, og var væl fagnaður.

Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í batmintonhøllini í Gundadali í Havn. Bólkurin varð kosin besti bólkur, og fekk gávubræv á 5000 krónur.

Í 1991 gav bólkurin eisini út bandútgávu, nevnd Í lagið. Nakað eftir hetta gavst bólkurin, og nakrir av manningini hildu á, saman við øðrum, í bólkinum, ið fekk navnið Hans Jacob og Vinmenn.

Nakrir av limunum í Section vóru Hans Jacob Hjelm, Rúni í Lágabø, Knút Nielsen, Árni Joensen, Jógvan Elias Thomsen, Jógvan Joensen, Tønnes Mikkelsen, Kári Debess og Johannus Andreasen.

Les meira her

https://vagur.fo/tidindi/2097/section-vaknar-aftur-til-ljosfest-2023

19/07/2023

Listaframsýning á Ljósfest

Tann 12. august verður Ljósfest aftur í Vági.

Umframt stóra útikonsert á kvøldi, so eru onnur tiltøk eisini á skráni.

Til dømis verður listaframsýning í ovaru hædd í Suðuroyar Sparikassa frá kl. 13;00 til 17:00

Bjarni Johansen, borgarstjóri, setur framsýningina.

Inngongd millum Sparikassan og Vágs Litbúð.

Listafólkini eru Ulla Bærendsen, Sven Erik Stenberg, Mikala Vilhelm, Tummas Vilhelm Sigmund Andreasen, Jákup Hjaltalin, Finleif Mortesen og Lív Arge.

https://in.fo/news-detail/listaframsyning-a-ljosgfest

19/07/2023

Til Ljósfest 12. august fer ein bólkur á pallin, ið leikti í sjeyti- og áttatiárunum. Tó hava teir verið saman á palli til okkurt serstakt høvi seinnu árini. Talan er um suðuroyarbólkin Starlight. Starlight byrjaði í 1979, og spældi nógv til dans kring landið í áttatiárunum. Te...

Eitt heitt tónleikanavn á Ljósfest í VágiOfta dreymakendi tónleikurin saman við røddini er eitt eyðkenni fyri bólkin og ...
19/07/2023

Eitt heitt tónleikanavn á Ljósfest í Vági
Ofta dreymakendi tónleikurin saman við røddini er eitt eyðkenni fyri bólkin og fyri stílin.

Tað er eydnast at fáa eitt av heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki seinnu árini, Marius Ziska, við á Ljóstfest 2023.

Les meira

Ofta dreymakendi tónleikurin saman við røddini er eitt eyðkenni fyri bólkin og fyri stílin. Tað er eydnast at fáa eitt av heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki seinnu árini, Marius Ziska, við á Ljóstfest 2023. Marius verður á odda fyri sínum bólki, tá altíð vælupplagda manni...

Hjalmar og Dagfinn við bólki á Ljósfest 2023Royndu tónleikararnir fara á pall í Vági 12. august saman við øðrum royndum ...
19/07/2023

Hjalmar og Dagfinn við bólki á Ljósfest 2023
Royndu tónleikararnir fara á pall í Vági 12. august saman við øðrum royndum tónleikarum

Les meira

Royndu tónleikararnir fara á pall í Vági 12. august saman við øðrum royndum tónleikarum Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen eru royndir tónleikarar, ið tveireinir hava spælt nógv síðstu mongu árini, tó at teir eisini til ávis høvi hava havt bólk afturat sær. Tá hava oftast Dánja...

Deiggj venir til LjósfestinaTónleikabólkurin Deiggj venur her til Ljósfestina sum verður í Vági leygardagin 12 august. S...
19/07/2023

Deiggj venir til Ljósfestina
Tónleikabólkurin Deiggj venur her til Ljósfestina sum verður í Vági leygardagin 12 august.

Sí her

Tónleikabólkurin Deiggj venur her til Ljósfestina sum verður í Vági leygardagin 12 august. Sí eisini á YouTube kanalini hjá Ljósfestini - Mentanardagur í Vági https://youtu.be/q_aoqvTbyM0

Hans Jacob Hjelm og Section gleða seg til LjósfestinaHans Jacob Hjelm sum er kendur tónleikari og ikki at gloyma, var ha...
19/07/2023

Hans Jacob Hjelm og Section gleða seg til Ljósfestina
Hans Jacob Hjelm sum er kendur tónleikari og ikki at gloyma, var hann eisini forsangari hjá Section, sum spældi fyrst í 90 unum.

Section og Hans Jacob fara nú aftur á pall til Ljósfestina í Vági 12 august.

Hans Jacob gav hesa vøkru heilsu um Ljósfestina komandi.

Les meira

Hans Jacob Hjelm sum er kendur tónleikari og ikki at gloyma, var hann eisini forsangari hjá Section, sum spældi fyrst í 90 unum. Section og Hans Jacob fara nú aftur á pall til Ljósfestina í Vági 12 august. Hans Jacob gav hesa vøkru heilsu um Ljósfestina komandi. Sí eisini her https://you...

Herborg er spent og gleðir seg til LjósfestinaHerborg Torkilsdóttur gevur vágbingum hesa heilsuna til komandi Ljósfest, ...
19/07/2023

Herborg er spent og gleðir seg til Ljósfestina

Herborg Torkilsdóttur gevur vágbingum hesa heilsuna til komandi Ljósfest, sum verður 12 august. Les meira

Herborg Torkilsdóttur gevur vágbingum hesa heilsuna til komandi Ljósfest, sum verður 12 august. Sí her eisini https://youtube.com/shorts/qN_KbXLo1Nw?feature=share

Summartónar: Konsert í Vágs kirkju fríggjakvøldið.Summartónar: Konsert í Vágs kirkju fríggjakvøldiðEli Tausen á Lava- ei...
19/07/2023

Summartónar: Konsert í Vágs kirkju fríggjakvøldið.

Summartónar: Konsert í Vágs kirkju fríggjakvøldið
Eli Tausen á Lava- ein tónleikalig vangamynd -Summartónar eru um alt landið í hesum døgum.

Í mun til allar hinar tónleikastevnurnar, ið eru staðbundnar og bert ásettar dagar, so er eitt aðalmál hjá Summartónum at spæla tónleik kring alt landið og alt summarið á tamb.

Tónleikabólkurin Aldubáran hevur í ár sett sær fyri, at savna seg um tónleikin hjá unga tónaskaldinum Eli Tausen á Lava.- Tvær konsertir við hansara tónleiki vera.

Tann fyrra verður í Hátún á Tórshavnar musikkskúla hóskvøldið 20. juli kl. 20.00 og onnur konsertin fríggjakvøldið 21. juli kl. 18.00 í Vágs kirkju.

Les meira

https://www.vagstidindi.com/post/summart%C3%B3nar-konsert-%C3%AD-v%C3%A1gs-kirkju-fr%C3%ADggjakv%C3%B8ldi%C3%B0

Pub - Quiz og Eyðun Nolsøe hjá Jugga um vikuskifti.Hettar vikuskifti 21 og 22  juli hevur Jugga opið frá  kl 22-04 frígg...
19/07/2023

Pub - Quiz og Eyðun Nolsøe hjá Jugga um vikuskifti.

Hettar vikuskifti 21 og 22 juli hevur Jugga opið frá kl 22-04 fríggjakvøld og leygarkvøld er opið kl 21-04.

Leygarkvøldið er Pub-quiz frá kl 22 við Dagfinn Olsen og síðani spælir royndi og kendi tónleikarin Eyðun Nolsøe. Tað er ókeypis atgongd.

Hettar vikuskifti 21 og 22 juli hevur Jugga opið frá kl 22-04 fríggjakvøld og leygarkvøld er opið kl 21-04. Leygarkvøldið er Pub-quiz frá kl 22 við Dagfinn Olsen og síðani spælir royndi og kendi tónleikarin Eyðun Nolsøe. Tað er ókeypis atgongd.

Adresse

Vágur

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Vágstíðindir sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Vágstíðindir:

Del