Sprotin

Sprotin SPROTIN er forlag, sum gevur upprunabøkur og týddar bøkur út. SPROTIN hevur bókaklubba. SPROTIN

Orð og tónar - Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvættiSaknur hevur verið í Orð &...
18/08/2026

Orð og tónar - Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Vælfagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki.

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki. Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kv....

Hjartaliga til lukku við svenska heiðrinum.
06/07/2026

Hjartaliga til lukku við svenska heiðrinum.

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska föreningen er at stimbra felagsskapin millum Norðurlond í visindum, list og ídnaði. Felagið letur árliga einar 2–3 milliónir í stuðli til arbeið...

18/06/2026
STUDENTAGÁVA🇫🇴🇫🇴🇫🇴Ivast tú í, hvat tú skal geva studentunum til gávus, so er henda bókin eitt ógviliga gott boð. Hon er ...
18/06/2026

STUDENTAGÁVA🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Ivast tú í, hvat tú skal geva studentunum til gávus, so er henda bókin eitt ógviliga gott boð. Hon er viðkomandi, upplýsandi og forvitnislig🙌🧑‍🎓

Bókin kann keypast í bókasølum kring landið og á sprotin.fo.

https://sprotin.fo/news/1228/krigsharrin-i-kreml-putin-og-hansara-tid

Bakið á pápa/ Niels Fredrik DahlBAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í e...
08/06/2026

Bakið á pápa/ Niels Fredrik Dahl

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann kortini berjist fyri at verða partur av. Ein vaksin sonur, sum kemur til sættis við, hvør pápi hansara var og bleiv.

Hetta er stór og djúp skaldsøga, eym, myrk um ætt og kærleika, sum tekur teg á búri, um drong og mammu hansara, sum bæði eru knýtt saman av einsemi – einum einsemi, ið gongur í arv.

Søgan um barndómin hjá pápanum, er grundað á gomul skjøl, brøv og myndir, sum lógu eftir hann. Pápin veksur upp í Egyptalandi, hjá fremmandafólki í útjaðaranum í Oslo, á kostskúla í Genève, á hotellum ymsastaðni í Evropa, sum stevnir beint inn í eitt heimskríggj.

Fyri skaldsøguna fekk Niels Fredrik Dahl Bókmentaheiðursløn Norðurlanda í 2024.

Jákup í Skemmuni týddi.

Bókin kostar 298,- og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/1201/bakid-a-papa

…hmm…so var enn ein gjøgnumskriving av nýggju skaldsøguni liðug…og enn ein verkæltlan komin so mikið undir land, at efti...
03/05/2026

…hmm…so var enn ein gjøgnumskriving av nýggju skaldsøguni liðug…og enn ein verkæltlan komin so mikið undir land, at eftir einar tvær gjøgnumskrivingar afturat kann hetta gevast út í bók í heyst sum skaldsøga undir heitinum…:…
JENSEN/ein óævisøga

…ella líka veit eg…ið hvussu er limraði íspegilin soleiðis í morgun…:..

Ó-ævisøga, tú álvara,
Er sum at nevna tað kálvara,
Tá horn og ein hali,
So heftast á kali,
At bóndin má brúka revolvara.

Og má bóndin brúka revolvara,
Ber als ikki til í álvara,
At lesa tað líkið,
Sum tá legst í díkið
Og kynjar um kúgv til kálvara

Tí kynjast um kúgv til kálvara,
Kann eingin uttan revolvara,
Longur skilja ein skitt
Tað skynsemis-splitt,
Sum er óævisøga í álvara.

…mong er ævin óævisliga søgd…

Vestursandur/Ingeborg ArvolaGer skommin nakað, tá ið hann er við mær í henni?Brita Caisa sleppur úr fongslinum eftir at ...
27/04/2026

Vestursandur/Ingeborg Arvola

Ger skommin nakað, tá ið hann er við mær í henni?

Brita Caisa sleppur úr fongslinum eftir at hava sitið har, tí hon hevði havt ósømiligt samlív við Mikko. Nógv við barn stígur hon út í kavan, hon veit ikki, hvagar hon skal fara. Hon droymir um eitt heim, eina timbursmáttu. Mikko situr framvegis inni, og enn veit hann einki um barnið, sum Brita gongur við.

Vestursandur ger ferð við okkum til Neiden og Pykeijä í 1862, út á váðamikla hvalaveiði og ein tølandi amerikubát, út í hart timbur­arbeiði og glóðheita baðstovu, inn í lívshættisliga svart­sjúku og stóran kærleika.

Fyrra bindið "Knívin í eldin" gav Sprotin út í 2025.

Edvard S. Olsen týddi.

Bókin kostar 348,- og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/1203/vestursandur

Nú er at lesa føroyskt!
30/03/2026

Nú er at lesa føroyskt!

Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin, sum er so fullur av søgum, at alt umhvørvið verður livandi.

Adresse

Hornavegur 12
Vestmanna

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sprotin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Sprotin:

Genveje

Del

Type